Sí myndirnar: Sea Shepherd báturin komin til Hvalbiar

Eini báturin hjá Sea Shepherd er seldur til Hvalbiar

Um vikuskiftið vóru tríggir bátar hjá Sea Shepherd seldir á uppboðssølu hjá løgregluni. Ein teirra býr nú í Hvalba. Tað er ikki fallið á góða jørð hjá Sea Shepherd, at hesir tríggir bátarnir eru seldir víðari í Føroyum og Poul Watson hevur skrivað á sína Facebooksíðu, at hann enn sær bátarnar sum ogn hjá Sea Shepherd. 

 

 

Les eisini: Watson: Vit eiga enn bátarnar

 

 

Rúni Thomsen úr Hvalba tók í gjár hesar myndirnar, tá ið báturin hjá Sea Shepherd kom til Hvalbiar. Trýst á myndirnar undir greinini fyri at síggja tær í størri format.