##med2##
HB vann annan dystin á rað tá teir fyrr í dag í Fuglafirði vunnu 2-0 á ÍF. HB vann sera sannførandi 2-0 sigur í Fuglafirði. Hetta er fyrsta ferðin síðani fyrsta apríl 2013, at HB fer úr Fuglafirði við sigri. Ta ferðina endaði tað eisini 2-0 til HB. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, tá ið HB hevði eina rúgvu av málmøguleikum. Pætur J. Petersen setti hol á við stútara eftir horna, og Daniel Johansen økti til 2-0 við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Árni Gregersen, reportari hjá FM1 gjørdi aftaná dystin. Árni Gregersen prátaði við:
1) Jan Ó. Ellingsgaard, liðskipara hjá ÍF sum staðfestir eitt gott leikligt avrik og ein góðan hugburð hjá ÍF móti einum sterkum HB-liði í dag hóast 0-2 tapið.
2) Símun Samuelsen, ið fegnast um 2-0 sigurin. Símun heldur, at tað er altíð torført at møta einum liði sum hevur fingið nýggjan venjara, og tað staðfestir hann var tilfeldið í dag. Í HB taka teir ein dyst í senn og byggja spakuliga uppá.
| KÍ | 8 | 6 | 2 | 0 | 21 | 5 | 20 |
| B36 | 9 | 6 | 0 | 3 | 12 | 9 | 18 |
| NSÍ | 8 | 5 | 1 | 2 | 14 | 9 | 16 |
| Víkingur | 8 | 5 | 1 | 2 | 17 | 13 | 16 |
| Skála | 8 | 5 | 0 | 3 | 13 | 6 | 15 |
| HB | 9 | 4 | 3 | 2 | 15 | 10 | 15 |
| TB | 8 | 2 | 2 | 4 | 7 | 16 | 8 |
| EB/S | 8 | 2 | 0 | 6 | 9 | 13 | 6 |
| ÍF | 8 | 1 | 1 | 6 | 8 | 19 | 4 |
| AB | 8 | 1 | 0 | 7 | 9 | 22 | 3 |
Sunnudagin 12. mai
NSÍ – AB: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00
Mánadagin 13. mai
Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 18.00
Skála – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00 (FM1 Sigur frá dystinum)











