Starvsetan
Nýggi landsantikvarurin, SteffenStumman Hansen, tekur við starvinum tann 17. mars. Til ta tíð røkir Símun Arge, settur landsantikvarur, starvið.
Peter Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at ynski var frá mentamálaráðnum, at nýggi landsantikvarurin skuldi taka við starvinum tann 1. mars. Men Steffen Stumman Hansen boðaði rímiliga skjótt Mentamálráðnum frá, at hann ikki kundi vera leysur av skyldum sínum í sínum verandi starvi fyrr enn um hálvan mars. Tí er avgjørt, at hann byrjar í starvinum sum føroyskur landsantikvarur tann 17. mars.
Komandi tvær vikurnar fer Símun Arge so framhaldandi at røkja starvið.