Leygardagin 14. mai letur upp listaframsýning á Fjóni, har føroyski listamaðurin Sámal Toftanes sýnir verk fram.
Framsýningin verður í "Galleri Solvognen" í Langø, ið liggur norðanfyri Odense. Umframt verk hjá Sámali Toftanes eru eisini verk hjá Mariann Munck Rasmussen og Albert Bertelsen við á framsýningini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, Sámal Toftanes sýnir fram í Danmark. Í 2013 sýndi hann eisini fram í Galleri Solvognen. Haraftrat hevur hann sýnt fram bæði í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og eisini í Lønstrup í Norðurjútlandi.
Sámal Toftanes hevur 11 málningar við á framsýningini hesaferð. Málningarnir eru allir málaðir í vár, og Sámali líkt kemur íblásturin til myndevnini fyri tað mesta úr nærumhvørvinum. Eisini eru nakrar fólkalívsmyndir á framsýningini.
Ferniseringin verður leygardagin 14. mai kl 14. Framsýningin er opin til 12. juni.
Nærri kunning sæst á www.solvognen.dk.