Sámal Petur Petersen "Piddi"

F. 05.12.1942 D. 03.10.2003.

Júst sum teir fyrstu heystardagarnir komu og mintu okkum á,
at tann ljósa tíðin er farin at halla, varð merkið aftur vundið á hálva stong. Aftur ein rødd er tagnað, og aftur stendur ein tómur sessur í lítlu bygdini, Oyri.
Hesaferð vóru boðini eftir Pidda. Hesin prúði, fryntligi og ættkæri maður við síni egnu meining og hugsan er farin um sýn fyri ongantíð at venda aftur. Piddi var sjómaður og skipari tað mesta av síni tíð her á fold. Hevði og vísti stóra ábyrgd umborð, har hann visti, hvat hann var settur til. Ikki man altíð hava verið slætt undir fóti, og mangan man hann hava staðið fram í rútin og skimast eftir teimum blágrønu bylgjum, ið hótt hava skip og manning bæði á nátt og á degi. Mangan hevur hann sannað orðini í sálminum "mítt lívsfar lítið og veiktbygt er". Ótroyttiliga heystaði hann havsins ríkidømi, og fleiri munnu túrarnir hava verið, ið til tíðir kundu takast upp aftur og tosast um, soleiðis sum ein og hvør vildi gjørt tað. Piddi hevur siglt sín seinasta fjórðing á heimsins høvum, og nú er kósin sett móti tí himmalski strond við lívsins træi og teim ævigu bústaðum. Tann langa ferðin er byrja, ævinleikin og sorgfría havnin er fyri framman. Deyðin leggur eftir seg slóðir av sorg og sakni og svár er tíðin eftir skilnað. Soleiðis er á Oyri í hesum døgum, hóast tað hómast eitt ljós í havsbrúnni við vón um at møtast aftur, tað vón hevði hann ið farin er. Vinarlag er ein dýrgripur og tí er tað við takksemi vit gleðast um tær løtur tit komu á gátt, og tá vit hittust. Góða Maria, Elinor, Sunbjørt, Elmar og Katrin. Tað er við sorg í hjartað tankarnir leita vestur til tykkara í hesi løtu. Máttið Jesus Pápi verið hjá tykkum og stiðja í komandi tíð. Fátækslig eru orð í hesu stund, ríkari eru minnini.

Lat ljóða lovsong himna hátt,
og syng hvør sál av makt og mátt;
vær lovum tær,
o, Harri kær,
alt, sum tú gerst, er gott.

Hvíl í friði, góði vinur.

Josias.