Sámal Petur í Grund nýggjur formaður í Sjálvstýrisflokkinum

Tað verður kortini ikki stríðsval um formanssessin í Sjálvstýrisflokkinum á landsfundinum um vikuskiftið, tí Helena Dam á Neystabø hevur trekt seg sum forkvinnuevni

 

? Eitt stríðsval aftur á hesum landsfundinum um formanspostin í Sjálvsstýrisflokkinum gagnar ikki flokkinum. Havandi í huga, at løgtingsval stundar til, og at fólkatingsval er um tríggjar vikur, so havi eg gjørt av ikki at stilla upp til formansvalið í Sjálvstýrisflokkinum, segði Helena Dam á Neystabø við Deg og Viku í kvøld, hóskvøld.

 

Sámal Petur í Grund, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, var týðuliga skakkur um fráboðanina, sum hann fekk gjøgnum sjónvarpið. Hann væntar tó, at Helena Dam á Neystabø ikki fer úr Sjálvstýrisflokkinum.