Tað kom dátt við hjá føroyska liðnum, at toppskjúttin Sámal Joensen noyddist at taka seg aftur einu løtuna í seinna hálvleiki. Orsøkin var, at vestmenningurin fekk krampa í tjúkkan. Tað tók broddin av føroyska álopsspælinum, sum annars riggaði væl í fyrra umfarinum.