Súlurnar á nýggju farstøðini verða nú stoyptar

Arbeiðið við útbyggingini á flogvøllinum gongur støðugt framá, og tað sæst tíðiligur munur á framdriftini frá viku til viku.

Standplássini til flogfør eins og jørð og leiðingsarbeiðið við bygningarnar er um at vera liðugt.

Betongarbeiðið í bygningunum er komið væl áleiðis, stálarbeiðið er byrjað, og fyrstu takkonstruktiónirnar eru settar upp í fyrstu garagubygninginum.

- Samstarvið ímillum Vága Floghavn, Articon og teirra undirveitarar gongur sera væl. Arbeiðsgongdin er góð, og eftir ætlan verður farstøðin avhendað í mei 2014, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Umframt Vága Floghavn, so kemur ein partur av umsitingini hjá Atlantic Airways, eisini at húsast í nýggja tænastubygninginum. Eisini

kemur løgreglan at húsast í nýggja tænastubygninginum.

Í farstøðini verða matstøð og sera góðar umstøður til taxfreesølu. Harumframt so kemur Taks, ferðavinnuaktørar, bilútleigarar, kundaavgreiðsla hjá Atlantic Airways og onnur at húsast í nýggju farstøðini.

- Vit vóna, at umbyggingin ikki kemur at órógva kundar okkara í summar. Vit hava gjørt nakrar broytingar í samband við parkering á økinum, so fólk skulu halda eyga við fyribils leiðbeiningini á parkeringsøkinum, leggur Jákup Sverri Kass afturat.