Sølumiðstøð í Malmø evakuerað

Løgreglan hevur í kvøld flutt fólk úr Emporia sølumiðstøðini í Malmø

Svenska løgreglan hevur í kvøld flutt fólk úr sølumiðstøðini Emporia í Malmø. Orsøkin er, at løgreglan kom fram á ein illgrunasaman lut á parkeringsøkinum  hjá sølumiðstøðini.

Sydsvenskan skrivar, at bumbutøkningar hjá løgregluni nú eru komnir á staðið at kanna lutin.

Emporia er eitt av 15 støðum í Malmø, har løgreglan hevur hert vaktarhaldið eftir tilburðin í Stockholm fríggjadagin, tá ið fýra fólk doyðu og fimtan fingu skaða.

Løgreglan sigur, at tey kunnu ikki váttað, at talan er um vandamiklan lut, skrivar Sydsvenskan.