35 ára gamli søluleiðarin hjá P/F Wenzel, Jóhan Petur Olsen, er føddur og uppvaksin á Argjum. Eftir at hann var liðugur við 10. flokk, sigldi hann í eini 3 ár. Hann var við ísfiskatrolara undir Føroyum, sigldi við farmaskipinum Líðartindindi hjá Traderline og við flaggskipi okkara Norrønu.
Eftir hetta fekk hann arbeiði í Føroya Sparikassa, og arbeiddi hann har sum "altmuligmand" í eitt ár, til hann fekk bjóðað lærupláss. Har hevur hann so verið seinastu fimtan árini, har hann arbeiddi við útláni og serliga innláni í mong ár. Seinastu trý árini var hann á vinnulívsdeildini. "Føroya Sparikassi var eitt sera gott arbeiðspláss, tað var gevandi og læruríkt fyri meg. Tó so, seinastu tíðina fór eg at hugsað um, at eg skuldu royna nakað annað her í lívinum. Skuldi eg skifta, so mátti tað verða nú, meðan eg hevði hug at royna aðrar avbjóðingar. Og knappliga fekk eg kjansin úti hjá P/F Wenzel, har eitt starv sum søluleiðari var leyst at søkja. Eg var so heppin, at teir spurdi meg, um eg var áhugaður í hesum. Eg hugsaði meg ikki ov leingi um, hevði eg gjørt tað, hevði eg kanska verið verandi í mínum trygga Sparikassa", sigur Jóhan Petur.
Spennandi og gott arbeiðspláss
Jóhan Petur sigur at hann so avgjørt ikki hevur angrað, at hann tók hesa avgerð. "Hetta er eitt spennandi og gott arbeiðspláss, og starvsfelagar mínir eru fittir og góðir at samstarva við. Tað er sjálvandi ein lítil kollvelting at vera her í mun til í Sparikassanum, tað er sum um, at eg nú sitið á hinari síðuni, og síggi hvussu tann veruligi arbeiðsdagurin í einum vinnufyritøku gongur fyri seg. Eg má ásanna, at hetta eisini styrkir um mínar starvsroyndir. Í felag skulu vit kunna geva hesi fyritøku nógv góð ár afturat. Vit skulu minnast til, at Ford er ikki nakar unglingi hóast alt. Um 2 ár ella so verða tað 80 ár, síðan Wenzel Petersen fekk umboð fyri Ford bilarnar í Føroyum".
Tá vit spyrja Jóhan Petur um framtíðina og ætlanir felagsins, sigur hann at framtíðarætlnanir altíð eru spennandi. "Vit vita, at bilasøla er ein viðkvom vinna, tá ið vit hugsað um samfelagsgongdina sum heild. Gongst væl í samfelagnum, ja so gongst eisini væl at selja bilar, og tað hava undanfarin ár eisini víst. Gongst minni væl ja so vilja fólk helst bíða við at keypa bilar, men so mugu vit bert gera ein eykað innsats, fyri at vit kunnu hóra undan. Vit verða kanska noyddir at seta eyka kreftir inn fyri at finna aðrar og nýggjar vegir at servicera okkara kundar. Og tað er akkurát, tað sum er so ótrúliga umráðandi. Fyri at kunna varðveita okkara kundar og fáa nýggjar, er tað sera umráðandi at veita eina so góða tænastu, at vit klára at halda tær avtalur, sum verða gjørdar, og at vit eru rættvísir tá talan er um okkara produktir. Kappingin er hørð, tað vita vit, so tað er neyðugt at fylgja hesum málsetningi, og tað gera vit, tá hvør einstakur í fyritøkuni er samdur um hetta.
Vit vilja seta meira kreftir inn uppá at selja til vinnufyritøkur, tað er ein bólkur sum vit skulu til at uppsøkja nærri, vit fáa nevniliga tvey spildurnýggj model heim í ár, so tað er bara at takað fatt. Eitt annað sum vónandi verður liðugt um ikki ov langa tíð, er okkara heimasíða www.wenzel@.fo. Heimasíður eru nakað sum fólk "fokusera" nógv uppá í dag, so tað er ein sjálvfylgja, at okkara heimasíða eisini kemur at virka optimalt", sigur Jóhan Petur Olsen. Vit takka fyri samrøðuna og ynskja Jóhan Peturi góða eydnu við nýggja starvinum