Sølmundur aftur í stórum stíli

6-mannafør kvinnur: Smyril úr Vági var í dag næstfremstur

Tað var eingin ivi um nakað sum helst, tá ið 6-mannaførini við kvinnum kappaðust á sundalagsstevnu í Kollafirði ídag.

Sølmundur av Glyvrum sprakk avstað, og síðani var spurningurin bara, hvussu nógvar bátslongdir guli báturin fór at vera frammanfyri næsta bátin. Tá ið Sølmundur fór um málið, vóru fleiri bátslongdir aftur til næsta bátin.

 

Á norðoyastevnu var Páll Fangi úr Klaksvík næstfremstur, og Smyril endaði á triðja plássi. Í dag vann Smyril næstfremsta plássið. Á norðoyastevnu var Smyril undan Páll Fanga fyrra partin av róðrinum. Í dag megnaði Páll Fangi ikki at vinna seg aftur inn á Smyril, ið var fremri eftir startin.

Eingin megnaði at gera nakað við suverena Sølmund.

Lómur av Argjum var aftur í dag aftastur.

 

1 Sølmundur 05.07.21

2 Smyril 05.13.01

3 Páll Fangi 05.15.48

4 Lómur 05.30.36