Sólin skínur í Fuglafirði í kvøld

Uros Stojanov skoraði aftur í kvøld avgerandi málið, tá ið ÍF vann á heimavølli ímóti EB/Streymi

Í fjør vann ÍF seks stig í 27 umførum.

Tað hevur verið sagt, at ÍF liðið er væl betri í ár, enn tað var í fjør, og tølini siga, at tað er soleiðis.

Í kvøld vann ÍF 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. ÍF úrtøkan er eftir fimm umfør seks stig.

Sigursmálið kom tríggjar minuttir undan leikloki. Tá vóru gestirnir undirmannaðir, tí EB/Streymur í 72. minutti misti miðvallaran Fannhard Skoradal, sum fyri aðru ferð í tríggjar minuttir sá gula kortið.

Andy Ó. Olsen legði innfyri úr vinstru og aftur um handara stólpan, har innskifti Bogi Løkin legði bóltin inn fyri málið. Uros Stojanov var á rætta staðnum í røttu løtu og so var 2-1 til ÍF, og Uros Stojanov hevur skorað fimm mál.

Talan var um sera javna uppgerð í góðum líkindum.

Sera væl upplagdi Filip Djordjevic setti hol á, tá ið hann setti bóltin í EB/Streyma málið, eftir at vongverjin í høgru Sjúrður Pauli Nielsen legði innfyri. Hetta var í 21. minutti, og tað var 1-0 til ÍF, inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Niklas Kruse eftir einmansavrik javnaði til 1-1.

So reið um snarið, og tað var eyðsýndur lætti at síggja millum heimamenninar, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.

-Tað gekk javnt á, og vit eru fegnir um sigurin. Vit fegnast um hugburðin og um, at tað nú eydnaðist at vinna fulla úrtøku, tá ið tað ikki var so stórur munur, segði annar av ÍF venjarunum Hans Jørgen Djurhuus.

EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen harmaðist um, at tað ikki eydnaðist hansara monnum at hava úrtøku við sær úr Fuglafirði í kvøld:

-Tað var so tætt og javnt, at vit kundu væl havt eitt stig við okkum til hús. Vit arbeiða miðvíst við at byggja nýtt lið upp, og hetta tepra tapið koppar ikki tí projektinum, segði EB/Streyma venjarin.

Í sætta umfari eigur ÍF heimavøll ímóti AB, og EB/Streymur eigur heimavøll ímóti Skála.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

ÍF - EB/Streymur 2-1 (1-0)

1-0: Filip Djordjevic

1-1: Niklas Kurse

2-1. Uros Stojanov

Dómari: Rúni Olsen

ÍF: Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Dánjal á Lakjuni, Hákun Edmundsson, Karl Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard – Filip Djordjevic, Uros Stojanov

 

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Bjarni Petersen, Andras Ó. Olsen, Árni G. Olsen – Tóki H. Johannesen, Hjalti K. Djurhuus, Fannhard Skoradal, Símun Sólheim – Gutti Dahl-Olsen, Niklas T. Kruse

 

HB550016315
NSÍ540115212
540115412
B36540116712
Víkingur5221658
ÍF52036146
EB/Streymur5104393
AB50231152
TB50143101
Skála50146181