Sílið stríddi seg til fyrstu sjey stigini

Fyrsti FM róðurin gjørdist framúr spennandi kapping millum tvær dreingjamanningar. Talan var um Havfrúnna úr Vestmanna og Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, sum kappaðust á vánni í Klaksvík.

Vestmenningar og havnarmenn hava mangan verið í tættari kapping í kappróðrinum. Hesa ferð lógu Sílið og Havfrúgvin borð um borð mest sum allan vegin, og á málinum var Sílið lítlan skut frammanfyri Havfrúnna.

Sjey bátar luttóku í dreingjaróðrinum. Úrslitið boðar frá, at um nakar í næstu róðrunum fer at kappast við tveir teir fremstu í dag, so verður tað Teistin á Argjum. Hesa ferð var hann nummar trý. Munurin frá trimum teimum fremstu og aftur til argjadreingir var 2-3 bátslongdir. Hinir bátarnir vóru allir væl aftari.

 

Norðoyastevna 2007 - 5 mannafør dreingir

1 Sílið 05:37.23

2 Havfrúgvin 05:38.09

3 Teistin 05:46.05

4 Jomfrúgvin 05:56.08

5 Tjaldrið 05:57.23

6 Jallurin 06:00.20

7 Blikur 06:04.24

 

Støðan í FM - 5 mannafør dreingir

1 Sílið 7

2 Havfrúgvin 5

3 Teistin 4

4 Jomfrúgvin 3

5 Tjaldrið 2

6 Jallurin 1

7 Blikur 0

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Jallurin

2 Jomfrúgvin

3 Havfrúgvin

4 Sílið

5 Teistin

6 Tjaldrið

7 Blikur

G.G.: Tíðirnar eru í 1/25-pørtum.