Barnabók
Í næstu viku kemur nýggj barnabók út. Heitið á bókini er ”Knassi og Rokkarin”, og høvundur er Sólgerð Andreassen við Norðskála.
Bókin er um heimalambið Knassa, sum verður sett inn í fjósið saman við tí garvilla Rokkaranum, sum bæði happar, berjist og hyggur at gimburlombum.
Í bókini ger førilúsin eisini um seg og er óargalig. Tá ið ringast stendur til hjá Knassa, kemur ein vættur at ugga hann og at siga frá søgum.
Veðurlombini verða tó bestu vinir, og tey seta sær fyri at berja seg út aftur í frælsi.
Martin teknar
Høvundurin sigur, at dentur er lagdur á uppseting og snið, so bókin er løtt at lesa.
Í ”Knassi og Rokkarin” eru myndir, sum stuðla tekstinum, og hesar hevur Martin Tórgarð, yngri, teknað.
Sólgerð sigur, at í bókini eru fakta, so børnini læra og minnast ymiskt, sum tey koma at seta í samband við søguna.
Barnabókin verður givin út á egnum forlagi sum er SANSAN.
Aðrar bøkur
Sólgerð Andreassen hevur eisini skrivað aðrar bøkur. Ein er “Berføtt ígjøgnum ælabogans litir”, sum er barnabók við 22 smásøgum, ið Sprotin gav út.
Hon hevur skrivað Náttúra og tøkni 3. høvuðsbók, lærarabók og arbeiðsbók til 6. fl.
Aftrat hesum verkum er hondbókin “Dýr og plantur í fjøruni”, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út.
Nú kemur so eisini “Knassi og Rokkarin”, ið er ein rótføroysk bók, sum setir fokus á ein part av okkara mentan, ið nógvastaðni er um at hvørva.