Tveir dystir í Eikliguni vóru á skránni í Sørvági sunnudagin. Ofta verður kvinnudysturin tá tann fyrri, men her var øvugt – helst, tí tað lá í luftini, at dysturin millum kvinnurnar hjá SÍ og Fleyr kundi gerast ein avgerandi dystur.
Á ein hátt kann sigast, at trýstið lá á Fleyr, sum skuldi vinna allar sínar tríggjar írestandi dystir, samstundis sum SÍ skuldi tapa báðar sínar. Við øðrum orðum skuldi Fleyr í øllum førum vinna í Sørvági sunnudagin, skuldi unga liðið í Havn gera sær vónir um at vinna meistaraheitið.
Liðið hjá Fleyr er sett saman av fleiri ungum spælarum, sum hava einar tríggjar meira royndar spælarar at stuðla seg til, og tað var ein av hesum royndu, Gudrid Nolsøe, ið setti dagsskránna í fyrsta settinum, tá hon í tveimum umførum servaði so væl, at SÍ stórt sæð ongantíð slapp ordiliga í gongd, hóast munurin var lítil.
Nú raknaði SÍ við og fann sítt varieraða spæl fram, sum vit eisini sóu í steypafinaluni. Breiddin á liðnum kom til sín rætt og nú riggaði bara alt í teimum báðum næstu settunum, meðan einki vildi bera til hjá Fleyr. SÍ fekk tí lagt seg rímiliga lætt á odda 2-1 í dystinum, so nú var liðið bara eitt sett frá gullinum.
Nervapirrandi
Tað sá eisini út í fjórða setti, sum skuldi SÍ taka tað upp á sama máta sum hini bæði undanfarnu, tí tað gekk sum fótur í hosu, og SÍ kom á odda 20-13. Men so fann Fleyr servurnar frá fyrsta setti fram av nýggjum og byrjaði at nærkast aftur.
Fyrst var tað Hjørdis Johannesen, ið servaði Fleyr upp til 21-16, áðrenn Anja Danielsen tók við og servaði Fleyr upp á 21-21. Nú gjørdist tað rættiliga nervapirrandi hjá sørvingum, og tað kom enntá so langt, at Fleyr hevði settbólt, tá støðan var 24-25. Men í evstu løtu fekk SÍ sítt spæl at rigga aftur og vann settið 27-25.
Harvið var hesin góði og spennandi dysturin vunnin og SÍ hevði fingið bæði føroyameistaraheitið og greipuna undir land. Óneyðugt er at siga, at frøin í høllini var øgilig, tí hetta er ikki sørt av einum bragdi, at SÍ annað árið á rað fer avstað við øllum, sum er at vinna hjá kvinnunum.
Framvegis er eitt sindur av spenningi eftir í Eikliguni hjá kvinnum, tí ikki færri enn trý lið eru eftir í kappingini um silvurið. Spurningurin verður nú, um Fleyr, Mjølnir ella Dráttur tekur tað, og eitt av hesum trimum verður so sitandi eftir við ongum heiðursmerki.
Samanspældar
Venjarin hjá SÍ-kvinnunum, Jóhan Petur á Stongum, er sjálvandi ovurfegin um, at tað enn eina ferð eydnaðist at taka greipuna, enntá annað árið á rað. Serliga fegnast hann um, at tað eydnaðist at fáa hetta frá hondini, so sleppast kundi undan at seta alt upp eftir enda í seinasta dystinum ímóti Drátti, samstundis sum aðrir dystur eisini kundu fingið ávirkan.
– Hetta var ordiliga deiligt, tí nú kunnu vit í friði og náðum bíða til 14. mars, tá vit spæla okkara seinasta dyst, sigur Jóhan Petur, sum hevur eina einfalda frágreiðing uppá, hví SÍ júst nú hevur eitt kvinnulið, sum tvey ár á rað megnar at vinna bæði steypa- og landskappingina:
– Tær hava spælt saman altíð, líka frá tær vóru 12 ára gamlar, so tær kenna hvørja aðra. Nú eru tær so eitt ár eldri og hava enn fleiri royndir at halla seg til. Og í ár hevur liðið ment seg enn meira, tí allar hava tikið størri ábyrgd, nú Karin Mikkelsen ikki kom við fyrr enn eftir nýggjár. Hon fyllir nógv á liðnum og hevur fyrr gjarna verið tann, sum hevur staðið við endan, tá tað hevur staðið á, men nú hon ikki hevur verið har, eru hinar avgjørt vaksnar við uppgávuni.










