- Vit hava undirstrikað, at vit hava onki ímóti KOKS. Tey gera eitt fantastiskt arbeiði, og hatta er ein ótrúliga stuttlig søga.
Soleiðis sigur Regin Arge, formaður í Sílaveiðifelagnum. Í kjalarvørrinum av at KOKS ikki fær longt loyvið at hava virksemi Frammi við Gjónna fekk Sílaveiðifelagið hoyringsskriv av frystan tíð.
- Vit mótmæltu prinsippinum, at mann loyir vinnuligum virksemi í náttúruni, tá hatta er eitt friðað øki, sigur hann.
Sílaveiðifelagið fekk málið til ummælis aftur í februar, tá KOKS ætlaði at forleingja loyvið í tvey ár aftrat.
- Vit søgdu, at vit vildu ikki viðmæla tað, tí vit hava ikki broytt okkara meining, sigur Regin Arge.
Ókendar avleiðingar
Sílaveiðifelagið stúrir fyri avleiðingunum, vinnuliga matvirksemið hjá KOKS kann fáa á náttúruna Frammi við Gjónna.
- Vit vita ikki, hvat tað førir við sær. Tað er líka við, at tað næsta verður gistingarhús og annað virksemi í friðaðum økjum í føroysku náttúruni. Vit mugu vera meira greið yvir, hvat vit gera við náttúruna, sigur Regin Arge.
- Alt sovorðið virksemi setur eitt fótatraðk í náttúruna. Har er ein øgilig ferðsla dagliga, tí tey hava jú eini 20 gestir hvønn dag, tey skulu gera mat, vaska upp og annað, sum kann hava eina dálking við sær, sum eingin leggur merki til fyrr enn um nøkur ár, sigur formaðurin í Sílaveiðifelagnum, sum ikki skilir, hví umhvørvisfelagsskapir ikki hava givið sína meining til kennar um málið.
Eigur at kannast
Felagið meinar ikki, mann hevur kannað ávirkanina av matvirkseminum á náttúruna nóg væl.
- Hatta er eitt fulkomiliga reint øki, og har eigur Umhvørvisstovan at fara inn og kanna. KOKS fekk álagt at fáa loyvi frá øllum myndugleikum, tí alt vinnuligt virkemi skal hava umhvørvisgóðkenning. Men tað fingu teir ikki, og tað halda vit vera undarligt.
Heldur frið enn Michelinstjørnur
Sílaveiðifelagið ásannar, at KOKS við tveimum Michelin-stjørnum er ein sólskinssøga. Er tað veruliga vert tað at standa í vegin fyri føroyskari matlist, sum hevur skapt ringar í vatnið í øllum hugsandi vinnuligum virksemi í Føroyum?
- Tað skal ikki henda uppá bekostning av náttúruni. Michelin-stjørnurnar yvirdoyva tað heila, so mann gloymir náttúruna. Føroyingar eru ikki nóg tilvitaðir um, hvat vit gera við náttúruna. Vit eru noydd at kjakast um tað, sigur Regin Arge.
Hann ger greitt, at Sílaveiðifelagið ætlar ikki at gera størri átøk fyri at forða KOKS.
- Okkara viðmerkingar eru hoyrdar, og vit gera ikki meir við málið. Um teir fáa loyvi allikavæl, so fáa vit ikki gjørt meir og fara ikki at seta tiltøk í verk, sigur hann.
Les eisini: Avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini er órættvís og absurd