Sølan av nýggjum bilum veksur framvegis

Higartil í ár eru seld 11 prosent fleiri nýggj akfør enn sama tíðarskeið í fjør.

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovuni yvir søluna av nýggjum akførum.
Nógv tann størsti bólkurin av akførum eru persónbilar. Higartil í ár eru seldir 1.095 nýggjir persónbilar í mun til 1.012 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 8,2 prosent.
Næststørsti bólkurin eru vøruvognarnir. Higartil í ár eru sleidir 179 nýggir vøruvognar í mun til 165 sama tíðarskeið í fjør.
Tilsamans eru seld 1.455 nýggj akfør í mun til 1.313 fyrstu fimm mánaðirnar í fjør. Tað gevur ein samlaðan vøkstur upp á 10,81 prosent.

##med2##