Talið á húðkrabbatilburðum í Føroyum er nærum tvífaldað alsamt seinastu árini. Eins og aðrastaðni, tykist stóra økingin at hanga saman við, at tað seinastu mongu árini hevur verið modernað at vera sólbrendur. Og hóast Føroyar framvegis eru eitt lágvandaøki við lítlum sólarljósi, nyttar tað lítið, um fólk í staðin brúka tess meir solarium
- Fólk eiga sum heild at vera sera varin í sólini, ansa eftir ikki at verða sólskáldað og heilt lata vera við at brúka solarium. Tað er tað besta og einasta vit kunnu gera fyri at fyribyrgja húðkrabba, siga húðlæknarnir
Ymisk sløg
Av teimum á leið 20 húðkrabbatilburðunum. sum verða staðfestir um árið í Føroyum, eru 5 móðurmerkjakrabbi. Serliga eru tað vandamiklu tilburðirnir av móðurmerkjakrabba, sum fylla alt ov nógv í føroysku hagtølunum, sambært húðlæknunum. Av teimum ymsu sløgunum av húðkrabba er móðurmerkjakrabbi uttan samanbering tað mest vandamikla. Verður onki gjørt við sjúkuna, er hon deyðilig, við tað at hon kann breiða seg til eitlarlar (lymfurnar) og onnur støð í kroppinum.
Í Danmark doyggja á leið 250 fólk hvørt ár av móðurmerkjakrabba, og talið er vaksandi.
- Illgrunasom móðurmerki er avgjørt tað, við brúka mest tíð uppá, tá tað ræður um húðkrabba. Eisini her í Føroyum. Eyðkennini kunnu verða ymisk, men byrjar eitt móðurmerki onkusvegna at gera vart við seg, eiga fólk alt fyri eitt fara til læknan, siga teir.
Vandamikil tekin
Eitt móðurmerki, ið vaksur, broytir lit og skap ella verður ójavnt í kantunum, er ofta tekin um, at vandi er á ferð. Tjúkdin er eisini rættiliga avgerandi, men má mátast hjá lækna. Er móðurmerkið farið at skriða, bløða, kennast pínufult ella vorðið meir enn 7 mm, har tað er breiðast, skal tað undir øllum umstøðum skerast burtur. Hevur tú fyrst einaferð fingið móðurmerkjakrabba, er vandin fyri at fáa sjúkuna aftur øktur.
Illkvom móðurmerki kunnu koma fyri allastaðni á kroppinum, meðan sokallaður vanligur húðkrabbi oftast sæst í andlitinum ella aðrastaðni, har sólin sólin sleppur til. Eyðkennini við hesum slagið av húðkrabba kunnu vera eksemlíknandi reyðligir pínufullir blettir ella sár, sum vaksa ella ikki vilja lekja. Í flestu førum ber til at basa vanligum húðkrabba heilt við skurðviðgerð, men uttan viðgerð kann vanligur húðkrabbi eisini gerast vandamikil.
Brúnt er ikki sunt
Hóast fyribyrgjandi ráðini hjá Michael Heidenheim og Lars Erik Bryld eru einføld, viðganga teir, at tað er ringt at náa fólk við boðskapinum
- Ov brún húð er í okkara eygum fyrsta tekin um, at húðin hevur fingið ov nógvar vandamiklar UV strálur. Men so leingi, fólk halda tað vera vakurt at vera brúnur, er ringt at náa kanska serliga tey ungu við hesum boðskapinum, siga teir báðir. Teir leggja afturat, at granskarar í dag vita nógv meir um vandan við solarium, enn fyri bert fáum árum síðani. Tað er ikki bara prógvað, at solariumstrálur eru minst líka vandmiklar, sum vanligar sólstrálur. Eisini vísa kanningar, at fólk kunnu gerast bundin av at taka sól, tí strálurnar stimbra endorfinmongdina í kroppinum, ið elvir til eitt slag av rúsandi vælveru.
- Tað besta hevði verið, um vit heilt komu burtur frá halda tað vera vakurt ella sunt at vera brúnur. Vilja fólk framvegis vera brún, kunnu vit bara ráða til at brúka sjálvbrúnandi krem. Tað fer ikki inn í húðina og er heilt vandaleyst, siga húðlæknarnir.
Fakta um solarium:
· Solariumstrálur elva í líka stóran mun til húðkrabba, sum vanligar sólstrálur
· Danska Sundhedsstyrelsen mælir ungum undir 18 ár frá at brúka solarium
· Jú fyrr, tú byrjar at taka sól, jú størri er vandin fyri at fáa húðkrabba
· Fólk við ljósari ella frøknutari húð, ljósum ella reyðum hári og bláum eygum eiga ikki at brúka solarium
· Kvinnur, sum taka sól meir enn ein tíma um mánaðin, eru í tvær til tríggjar ferðir størri vanda fyri at fáa móðurmerkjakrabba enn kvinnur, sum ikki taka sól
· Á vári 2005 sendu Norðurlond eina felags áheitan til ES um at herða reglurnar fyri nýtslu av solarium
Kelda: www.solen.dk
Fakta um sólkrem
· Sólkrem loyvir tær ikki at verða longri í sólini
· Sólkrem verjir fyrst og fremst móti vandamiklari sólskáldan
· Flest fólk brúka nógv minni enn tilmæltu mongdina av sólkrem og verða tí snýtt
· Vaksin eiga at brúka upp í fullan lógva av sólkrem. Børn skulu brúka upp í ein barnalógva
· Sólfaktor 15 er nokk til tey flestu
· Klæðir og skuggi eru framvegis besta vernd móti sólini
Kelda: www.solen.dk
Sólin beint nú:
Á heimasíðuni www.solen.dk hjá Kræftens Bekæmpelse sæst fyri hvønn dag, hvussu leingi tað er ráðiligt at verða í sólini og hvønn sólfaktor, mælt verður til at brúka