Sæl eru tey rættvísu

Eingin ivi um, at landsstýriskvinnan í innanríkismálum meinar tað væl, nú hon mælir til at eisini brekað eiga at verða umfatað av grein 266 b í revsilógini.

Men landsstyriskvinnan hevði kanska ikki roknað við, at Miðflokkurin fór at nýta høvi til at brúka hennara sømuliga tilmæli til aftur at sleppa at válka sær í sínum ókristuliga, fundamentalistiska einkarandstygd móti samkyndum. Ikki var annað at vænta, kortini. Teir, ið umboða Miðflokkin á tingi, nýta eitt og hvørt høvi til at blása í dómadagsbasúnur um, hvør ið er (persónliga) frelstur og hvør ið er glataður her á fold. Við teirri forskrúvaðu menniskjafatan, teir umboða, verða teir neyvan nøgdir fyrrenn okkara samfelag verður skipað eftir talibanskum hugsjónum og stýrt av einum diktatoriskum ayatollah.
Men onkusvegna er so markleyst sjálvsøkni hugtakandi. Er tað ikki eitt vælsignilsi at vera so ómetaliga rættvísur og reinur í huga og gerðum sum Miðflokkaumboðini eru? At hava sæð ljósið og sannleikan, soleiðis sum hann verður breiddur út av mannvándum, mannahatskum svávulprædikantum í tí blasfemiska bíbliubeltinum í landsynningspartinum av USA?
Gud náði okkum ófrelstu. Gud náði okkum, ið ikki kenna sannleikan. Gud náði okkum, sum í okkara vónleysa óhógvi trúgva, at kristni boðskapurin er um næstakærleika og toleransu. Hann náði okkum sum í okkara ókristuligu vankunn halda, at pláss eisini skal vera fyri samkyndum og teimum likamliga og religiøst brekaðu.

»Sæl eru tit, tá ið menniskjuni hata tykkum, tá ið tey ikki vilja vita av tykkum, og tá ið tey háða tykkum og kasta navn tykkara frá sær sum nakað ilt, fyri Menniskjasonarins skuld«.
(Luk. 6.22).

Umframt at vera evangelistur var Lukas eisini lækni.