Søgur frá fólki: Tá løgreglan handtók ein skipara

Fáur hevði trúð, at løgreglan árla á morgni bankar á dyrnar og sigur við skipara, at hann er handtikin fyri at hava fiskað eitt tons ov nógv av brosmu.

Fáur hevði trúð, at løgreglan árla á morgni bankar á dyrnar og sigur við línuskipara, at hann er handtikin fyri at hava fiskað eitt tons ov nógv av brosmu. Tað eru umleið tvey ár síðan hesa hending.

 

- Tað bankaði á dyrnar, og á trappuni stóðu tveir løgreglumenn. Annar sigur, hvat klokkan er og leggur aftrat, at tú ert handtikin og noyðist at fylgja við á løgreglustøðina til avhoyringar.

 

Hetta sigur línuskipari, sum In.fo hevur skift orð við. Tá hann í hurðini henda morgunin fregnaðist eftir, hvat málið snúði seg um, var svarið, at hann hevði fiskað stívliga eitt tons ov nógv av brosmu í íslendskum sjógvi.

 

- Eg bjóðaði teimum inn til kaffi, men tað søgdu teir seg ikki hava stundir til. Júst afturkomin av skipi, noyddist eg á løgreglustøðina til avhoyringar. Her var eingin góða mamma.

 

Undir avhoyringini spurdu løgreglumenninir, um skiparin vildi játta seg sekan í skuldsetingini um hetta eina tonsið av brosmu. Men, tað vildi hann ikki, tí hann helt seg ikki hava gjørt nakað skeivt.

 

- Eg hevði einki hoyrt um hetta mál áður - ikki fyrr enn henda morgunin, tá løgreglan stóð á trappuni, og eg varð handtikin. Umleið hálvt annað ár seinni fekk eg bræv um, at málið varð slept, tí ákæruvaldið ikki hevði nóg góð prógv.

 

Skiparin, sum veit um aðrar skiparar, ið hava fingið somu viðferð, sigur, at júst hetta árið lógu fleiri tons av føroyskari brosmukvotu ófiskað í íslendskum sjógvi.

 

- Eg haldi tað vera nokso merkiligt, at løgreglan soleiðis stendur á trappuni og boðar frá, at eg eri handtikin. Um millumverandi mál var millum meg sum skipara og okkara fiskiveiðimyndugleikar, hevði eg væntað at hoyrt - antin frá Fiskimálaráðnum ella Vørn, sigur føroyski línuskiparin.