Søguligur listdagur á Tórshavnar Skipasmiðju

Leygardagin klokkan 15 var fernisering í eini av høllunum hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Heystframsýningin 2005 er farin av bakkastokki, eins og so mong skip eru farin tað á sama stað. Tað eru nøkur av fremstu listafólkum føroyinga, ið sýna fram og felags fyri tey er eisini, at tey eru sonevndu útbrótararnir. Tey hava tikið seg úr felagnum Føroysk Myndlistafólk, men tað helt Gunnar Hoydal ikki vera nakað ringt í sjálvum sær, tá hann helt røðu við ferniseringinaGunnar Hoydal segði m.a. í røðu síni, at hetta var ein søguligur dagur, tí nú høvdu nøkur av fremstu listafólkunum í landinum tikið seg saman í ein listabólk og harvið vildu tey eggja hvør øðrum til at gerast enn betri. hetta er ikki ókent í útlandinum. Td impressionistarnir í Fraklandi sum ikki vildu ganga undir krøv og tóku seg frá hinum. Sama er við stóra framsýningarhølinum í Keypmannahavn Den fri, sum ikki vildi ganga undir almennar treytir og so tóku seg saman í ein bólk. Tann bólkurin og húsið hevur mangan hýst føroyskari list. Eisini segði Gunnar, at vit skuldu minnast til at vit ufmramt hesi 12 áttu nógv onnur sera góð listafólk og hetta var at fegnast um. Hann segði at seinasta árið hevði verið nakað baldrut í listaverðini, men tað var bara gott, tí nú var list uppi og vendi nógva staðni. Hann var fleiri ferðir steðgaður av fólki, sum hann ikki kendi og tey vildu sleppa at kjakast um list, hvat var gott og minnið gott. Tað er eitt tekin um at støðan er góð helt Gunnar Hoydal. Eisini var dagurin søguligur, tí at nú hevði býurin fingið enn eitt gott framsýningarhøli. Gunnar Mohr skipasmiðju stjóri helt eisini stutta røðu. Hann fegnaðist um at sleppa at hýsa framsýningini, men helt at hetta var ikki fyrstu ferð at list var á skipasmiðjuni. Rannvá Konoy hevði sýnt fram á hæddini uppi yvir og øll tey mongu skipini, sum høvdu sætt dagsins ljós her í hesum hølinum vóru sanniliga eisini listaverk, segði Gunnar Mohr