Í morgin klokkan 13 verður ein søguligur dystur í føroyskum fótbólti. Tá spælir nýggja felagsliðið, TB/FC Suðuroy/Royn sín fyrsta dyst nakrantíð. Venjingardysturin verður móti ÍF.
Felagsliðið legði formliga saman eftir kappingarenda og hevur síðani ikki spælt nakran dyst. Tí er talan um søguliga hending, tá felagsliðið spælir móti ÍF í morgin.
Liðið hevur fingið nýggjan venjara í skotska Maurice Ross og hálendska Mark de Vries sum hjálparvenjara. Afturat teimum eru komnir Mats Joachim Walberg og Marius Berntzen úr Noreg.