Søguligar filmsverkætlanir í aldargomlum umhvørvi

Uni Leitisstein Hansen hevur eitt sjáldsama spennandi arbeiðslív. Arbeiðsumhvørvið úti á Nordisk Film í Valby angar av søgu og skapandi list

Danir eiga elsta heimsins elsta filmsfelag, “Nordisk Film”, sum liggur úti í Valby, norðanfyri Keypmannahavn. Filmsfelagið varð stovnað í 1906, og hesi 103 árini hava borgað fyri minniligum films- og sjónvarpsfilmsætlanum. Filmsrøðin hjá Nordisk Film, sum føroyingar hava størstan alsk til, er uttan iva røðin um Olsen-bandan. Tíbetur hava vit føroyingar hildið okkum til at síggja donsku upprunarøðina. Svenskarar og norðmenn keyptu handritið frá Nordisk Film í sínari tíð, og fóru í holt við at framleiða ávikavist “Jønsson Ligan” og “Olsen-banden” við identiskum handritum, men norsku og svensku sjónleikarnir klára ikki at koma upp á ótrúligu listarligu hæddirnar hjá Ove Sprogøe, Poul Bundgaard, Morten Grunwald, Kirsten Walther og øllum, sum leiktu við í danska Olsen-bandanum. Sjáldan hevur ein filmsrøð megnað at rikið so nógv fólk í Biograf-høllirnar. Heilar tríggjar ferðir kom tað fyri, at filmar við Olsen-bandanum seldu meir enn eina miljón atgongumerki í Danmark. Olsen-banden ser rødt (1976): 1.201.145 seld atgongumerki. Olsen-banden deruda' (1977): 1.044.787 seld atgongumerki. Olsen-banden går i krig (1978): 1.005.753 seld atgongumerki. Taka vit sjónvarpsrøðirnar Nordisk Film hevur framleitt, so kemur ein ikki uttan um ”Matador” hjá Erik Balling, sum eisini leikstjórnaði filmsrøðina við Olsen-bandanum. Teir 24 partarnir í sjónvarpsrøðini, Matador standa, sum ein varði í donsku sjónvarpssøguni, og eru saman við Olsen-bandanum, uttan iva hæddarpunktini í søguni hjá Nordisk Film. Eisini í hesum søguríka og hugnaliga arbeiðsumhvørvinum finnast tað føroyingar. Uni Leitistein Hansen arbeiðir hjá Substanz Film, sum er eitt filmsfelag, sum Nordisk Film eigur helvtina av.

Drotningin til arbeiðis

Uni Leitisstein Hansen tekur ímóti mær í móttøkuni hjá Nordisk Film. Uni og Substanz Film hava í góðum samstarvi við Eik Banka, verið við til at bjarga einum týdningarmiklum parti av Føroya søgu, við filmsverkætlanini ”Føroyskar Søgur”. Ein sjónbandsfløga, sum mangir føroyingar hava ognað sær, og fegnast um. Uni vil kortini fyrst vísa mær søguligu bygningarnar, sum hava staðið í Valby, síðani byrjanina í 1906, og sum enn eru í nýtslu. Fyri stuttum hava tey í Nordisk Film havt eitt serligt starvsfólk, nevnliga Margrethu drotning, sum er tiltikin dugnalig, tá tað kemur til at seyma búnar, og at gera kulissur. – Tað er ógvuliga serstakt at sita og eta máltíðar saman við drotningini fleiri dagar á rað. Uni undirstrikar hvussu spennandi arbeiðsplássið er. – Drotningin er tó ikki eitt fólk tú bara fert upp til, og byrjar at tosa við. So hevði hon neyvan fingið nógv arbeiðið frá hondini. Vit vóru pent biðin um at verða diskrét, og tað eru fólk von við her úti. Tí her koma so nógv kend fólk út á Nordisk Film, bæði í tíð og ótíð. Uppgávan hjá drotningini var at gera scenografiina – kulisirnar – til ein film, sum varð framleiddur her úti. Og hon var heilt einfalt til arbeiðis her úti. Uni hevur syrgt fyri, at drotningin hevur fingið eitt eintak av filmsfløguni ”Føroyskar Søgur”, har hon kann m.a. kann síggja Føroya-vitjanir hjá sínum forfedrum. – Her er eitt gott umhvørvi fyri fólk, sum arbeiða við kreativum tingum. Sjálvandi, tá Jan Gintberg hevur sitið og flent eftir sínum egnu skemtisøgum í fleiri dagar á rað, so blívur tað ikki við at verða stuttligt. Men tað er so her tað hendir, um tú ert áhugaður at arbeiða innan filmsídnaðin. Tað triviella kann eisini spøkja í tí kreativa umhvørvinum.

Elstu leikpallar í Heiminum

Vit spáka runt í filmsbýnum hjá Nordisk Film. – Her sært tú ein leikpall. Sigur Uni entusiastiskur. – Hetta er helst elsti leikpallur í Heiminum. Sjálvir halda vit í Substanz Film til í einum av teimum elstu bygningunum, sum er á staðnum. Vit trína innar í gamla bygninginum við teimum gomlu leikpallunum, rekvisittunum, leikbúnunum, og teimum ellugomlu filmsupptøkutólunum. Eitt tað fyrsta eygað ber við, er ein gamal rullistólur, og Uni staðfestir hvønn rullistól talan er um: - Hetta er so rullistólurin hjá Tante Møhge frá Matador. Eg síggi tað gomlu frammanfyri mær: - Kør så Misse! Skamt frá rullistólinum eru fýra leikbúnar, sum fáa eitt stórt smíl fram hjá undirritaða. Talan er um klæðini hjá Egon, Benny, Kjeld og Yvonne. Sum ein filmur koma tær stuttligu løturnar fram fyri mær. Egon avgjørdur við sigarini í munninum: - Jeg har en plan! Benny, sum fer upp á flákra og sigur: - Skidegodt Egon. Yvonne sum skeldar: - Altså ved du nu hvad Egon. Tríggjar av teimum fýra legendunum eru farin foldum frá, men serligu búnarnir standa eftir í hesum gamla bygninginum, sum ein minnisvarði yvir nakað, sum bæði er glæsiligt og stuttligt. Aðrir filmssøguligir leikbúnar eru eisini at finna í bygninginum, m.a. búnarnir hjá teimum fínu damunum í Matador. Á vegginum eru fleiri filmssøguligar myndir, á tí einu fotomyndini sæst, at Nordisk Film royndi seg við einum filmi um ”Titanic”, stutt aftaná, at skipið sakk í 1912. Millum hinar myndirnar frá 103 ára gomlu søguni hjá Nordisk Film, er ein mynd av høvuðsgøtuni í Korsbæk frá Matador-røðini.

Millum Heimsins fremstu

Frá byrjanini í 20. øld var Nordisk Film millum størstu filmsfeløg í Heiminum. Fyrstu 23 árini hjá Nordisk Film, vóru í tíðini, tá stummfilmurin ráddi. Ikki fyrr enn í 1929 tóku talufilmarnir yvir. Danska filmssjónleikarainnan, Asta Nielsen varð heimsgitin, báðumegin fyrra veraldarbardaga. Tá vóru filmarnir bornir av tí dramatiska og visionela. Ikki var neyðugt at leggja sær orðini á enskum, fronskum ella týskum, og tóku Asta Nielsen og Nordisk Film av hesum møguleikanum. Ein annar danskur filmssjónleikari, sum varð nógv frammi í stummfilmsárunum, var Harald Schjønberg. Uppi á loftinum í tí søguliga bygninum við øllum teimum søguligu lutunum, er møguleiki hjá fólki at bíleggja sær eina spennandi máltíð í einum filmssøguligum umhvørvi. Á hesum loftinum eru filmstól og filmsframvísarar, sum eru aldargamlir. Eitt leikumhvørvi, ein stova frá gamlari tíð er eisini varðveitt, sum eitt minni um tað tíðina, tá Nordisk Film var millum Heimsins fremstu filmsframleiðarar.

Nógv fólk vitja

Uni fortelur, at hóast Nordisk Film ikki spælir sama leiklut í heimsumfatandi filmsídnaðinum í dag, so eru tað kortini nógvir søgufróir filmsentusiastar, sum koma á vitjan hjá Nordisk Film í Valby, fyri at kunna síggja og kenna søguna hjá Heimsins elsta filmsfelagi. Uni tekur meg yvir til tann tiltikna gula húsaveggin, har Egon Olsen plagdi at koma undan. Guli húsaveggurin undirstrikar, sum alt annað, at úti í Nordisk Film ætla tey ikki at lata søguna doyggja. Kortini máttu teir lata tann steinlagda vegin í Korsbæk frá Matador-røðini fara, í samband við eina umbygging. Nógvir kendir danskir filmssjónleikarar og leikstjórar eru eisini javnan at síggja úti á Nordisk Film, og hevur Uni havt høvið at heilsa uppá tey flestu innan filmselitina í Danmark. – Tað eru fólk, sum tú og eg. Tað er bara í fyrstani, at ein er so ovurglaður fyri at síggja hesar stjørnurnar, men tá ein tíð er farin, so gerst hetta gerandiskostur. Sigur Uni, sum sostatt hevur havt eina skjóta tillagingartíð, til tað serliga arbeiðsumhvørvið úti á Nordisk Film.

Hava selt hálva miljón eintøk

Substanz Film hevur veruliga gjørt vart við seg, við sínum søguligu filmsverkætlanum. Bara í Danmark hevur filmsfelagið megna at selt eina hálva miljón eintøk við søguligum sjónbóndsfløgum, sum eru skornar eftir líknandi leisti, sum ”Føroyskar søgur”. – Substanz Film hava rakt okkurt hjá fólki, sum tey hava tikið væl ímóti. Tað hevur verið ein tørvar á, at fólk hava fingið fatur í hesum gomlu filmunum, og at bjarga teimum, áðrenn teir forfarast. Greiðir Uni frá. Substanz Film hava eisini gjørt søguligar filmsverkætlanir við filmsbrotum úr Noregi, Finnlandi og Svøríki. Í teimum førunum hava teir á Substanz Film havt vitjan av konsulentum og filmsfólkum frá teimum avvarðandi londunum. Talið av filmsframleiðslum er komið upp á 80 filmar, sum viðgera søguna hjá fimm ymiskum norðurlondum. Í einum minni bygningi er eitt rættiliga stórt lagur við øllum teimum ymisku sjónbandsútgávunum. Tá talan er um tær donsku, svensku og norsku útgávurnar sæst, at talan er eisini um serstakar filmsverkætlanir frá ymiskum landspørtum, og eisini frá ymiskum tíðarskeiðum. Eisini er talan um ymisk evnir, sum t.d. kongshúsið, seinni veraldarbardagi, lýsingar gjøgnum tíðirinnar o.s.fr.

Føroyski søgur 2

Substanz Film og Eik Banki høvdu somikið góðar royndir av ”Føroyskum Søgum”, at nú liggur ræðið fyri at framleiða ein ”tveyara”. Uni og klipparin, Helgi Toftegaard úr Fuglafirði vísa mær ymisk filmsbrot. Áhugavert er brotið, sum Jákup Andreas Arge hevur tikið á Tórshavnar Skipasmiðju, tá Porkeningur fór av bakkastokki. Uni hevur fingið til høldar framúrskarandi røðuna, sum Petur Mohr Dam helt í samband við hátíðarhaldið. – Hendan røðan hjá Petur Mohr Dam er simpelthen ”Winston Churchillsk”. Sigur Uni við hávirðing, og sipar hann til hvussu stórur retorikari Petur Mohr Dam varð. Uni vísir á, at Jákup Andreas Arge hevur gjørt eitt stórt arbeiðið fyri at bjarga mentunnararvi føroyinga. Annað filmsbrot er við neytakonum í Húsavík, har tað hevur eydnast Jákup Andriasi at yvirtala tilkomnar kvinnur í Húsavík at vísa á filmi aldargamla føroyska arbeiðssiðin: at fara til neytar. Gamli svenski filmsmaðurin, Steen Nordenskiøld, sum var ein stórur Føroya-vinur, og ikki minst Skúvoyar-vinur eigur eisini sín part av verkætlanini ”Føroyskar Søgur 2”. Í 1951 framleiddi Steen Nordenskiøld ein litfilm, har hann sjálvur greiddi frá tí, sum fór fram. Myndir eru tiknar kring oyggjarnar, men sjálvandi fyllir Skúvoy nógv. Svenskarin bar so stóran alsk til Skúvoy, at hansara seinasta ynski varð, at jørðisku leivdirnar hjá honum, skuldu stroyðast yvir oynna, sum stóð hjarta hansara so nær.

Filmsbrot við Ingálvi av Reyni

Millum onnur forkunnug brot, eru 16 mm litfilmarnir hjá James og Alf Cordiner í Aberdeen. Teir vitjaðu í Føroyum, í bæði 1948, 1953 og 1957, og liggja nógv góð filmsbrot eftir frá feðgunum í Aberdeen, sum vóru handilsmenn, sum vóru komnir í samband við nógvar føroyingar, serliga føroyingar innan brøðrasamkomuna. Millum betri filmsbrotini hjá Cordiner-monnunum, er vitjanin hjá Ebenezer-kórinum í Aberdeen á sumri í 1948. Á filmsbrotinum ber til m.a. at síggja ein ungan og spelknan Ingálv av Reyni, sum tá var bert 28 ára gamal. Litfilmsbrotini eru óvanliga skørp og klár, ikki minst tá hugsað verður um, at tey eru meiri enn 60 ára gomul.

Ov nógv farið fyri skeyti

Uni og filmsklipparin, Helgi Toftegaard úr Fuglafirði fegnast um tann føroyska mentannararvin teir sita við úti í Valby. Men Uni letur ongan iva verða um, at hann harmast um alt tað, sum er farið fyri skeytið, ikki minst í savninum hjá bæði almenna útvarpinum og sjónvarpinum. – Tað hevur alt ov lítil virðing og stuðul til tey, sum hava gjørt eitt stórt arbeiðið, fyri at dokumentara tað føroysku søguna. Uni nevnir Jákup Andrias Arge o.a. sum hava gjørt eitt stórt ósjálvssøkið arbeiðið fyri at dokumentera tann føroyska mentannararvin, og at slík undangongufólk áttu at verið stuðlaði í teirra megnararbeiði. Uni letur ongan iva verða um, at hann heldur, at Almennu Føroyar mangla eina savns- og varðveitingarmentan, og at tað er syndarligt at síggja alt tað, sum fer fyri bakka.

Tónleikasøgan manglar

Í hesum døgum situr Uni so og skrivar handritið, sum frásøgufólkini skulu lesa til partarnar í ”Føroyskar Søgur 2”. Kortini saknar Uni ein týdningarmiklan part av nýggjaru søgu Føroya. Tað hevur ikki eydnast Una at finna filmsbrot, sum lýsa pionerárini í føroysku popp- og rocksøguni. Uni heitir so inniliga á fólk, sum eiga slík filmsbrot, ella vita um folk, sum eiga slík filmsbrot, um at siga sær frá, sum skjótast. Tað ber til hjá fólki at senda teldupost til ulh@substanz.fo. Fólk kunnu eisini ringja til 0045 22490919. Tað ber eisini til hjá fólki at fara inn á www.foroyskarsogur.fo, har mangt forvitnisligt er at síggja og lesa um spennandi verkætlanina.

 

 

-------------

 

 

Hoyr samrøðurnar, sum vóru gjørdar úti í Nordisk Film á Rás2, mánamorgun 9. mars kl. 10