Søgulig semja um einskiljing av netinum hjá SEV

Heðin Dánials­son Poulsen, løgf.
----------------

Í samband við, at lands­stýrismaðurin í vinnu­mál­­­um fer at leggja fram upp­skot um nýggja el­veit­­ingar­lóg, hevði ÚF fríggja­kvøldi klokkan 1800 sam­­røðu við for­mann­in í SEV stýrinum, Leivur Hansen og borgar­stjóran í Tórshavn, Heðin Mortensen.
Ein av avleiðingunum av uppskotinum er, at SEV missur einarættin at framleiða el og har­við minkar valdið hjá felagsskapinum munandi. Hetta kundi Leivur og Heðin ikki góðtaka og einki undarligt í tí, tað er menniskjaligt at verja sítt vald.
Tað áhugaverda og nýggja sum kom fram í sam­røðunum var, at báðir vóru á einum málið um, at um SEV skal missa einarættin og valdið til netið, so átti lands­stýris­maðurin at farið víðari og ikki steðgað her við eini hálvari loysn, men heldur ognartikið alt netið hjá SEV og endurrinda komununum fyri gjørdar íløgur.
Leivur Hansen segði soleiðis: “Er tað ein landsuppgáva, so eigur landið at ganga skrittið fult út, sum man sigur, og yvirtaka tað sum vit kalla fyri netuppgávuna.”
Heðin Mortensen segði soleiðis: “...hvis man vil yvirtaka tað [netið], so skal man taka tað, eg hoyrdi formannin eisini, í SEV, so skal man yvir­taka alt sum er og so útgjalda tað gjaldið sum skal til komunurnar, sum komunurnar hava lagt í hvør sær.”
Hetta eru greið boð og hetta átti at verið søtir tónar fyri teir politikarar sum rópa harðast um ein­skiljing, tí hetta er møgu­leikin at einskilja netið hjá SEV.
Margaret Thatcher legði lunnar undir ein­skilj­ingartilgongdina í Bret­landi og hevur hennara einskiljingar politikkur verið ein fyrimynd fyri nógv evropeisk lond. Tá Thatcher einskildi eindir, ið ikki vóru reint almennar, eitt nú íognarfeløg, sjálv­eigandi stovnar ella har tað almenna átti part í, so ognartók hon fyrst eind­ina, fyri síðani skjótast gjørligt, at selja hana til privatar íleggjarar.
Tað sum nú skal gerast er, at ganga í sporinum hjá Thatcher og ognartaka netið hjá SEV, samstundis sum ein einskiljing verð­ur framd. Við hesum leisti, kann peningurin av søl­uni fara beint til fyrr­ver­andi eigarirnar sum fult endurgjald fyri ognar­tøkuna. Tá Leivur Hansen, sum tann persónurin í SEV við hægsta myndugleika og Heðin Mortensen um­boðandi størsta eig­ara, beinleiðis mæla lands­stýrismanninum til at “ganga skritti fult út” tá átti landsstýrismaðurin ikki at latið henda søguliga møguleikan fari afturvið borðinum.
Tað verður eingin trupul­leiki at fáa íleggjarir, teir fara at standa í kø og verður hetta bert ein spurn­ingur um hvør bjóðar hægst. Úrslitið verður eitt einskilt net í einum sjálvstøðugum privatum felag, samstundis sum nú­ver­andi eigarar, komun­urnar, fáa ein risa kekk í postinum.
Sjálvandi er hetta ikki eitt lítið mál og eru tað nógv ymisk viðurskifti, ið skulu viðgerast, men um viljin er har, so BER TAÐ TIL, tað hevur Baronessa Thatcher prógvað.