Søgulig løta í Klaksvík

Tað var ein nýggjur partur av føroyskari ítróttasøgu, sum varð skrivaðu, tá Jórun Ludvig fríggjadagin gekk á odda fyri føroyska A-landsliðið í kvinnuhondbólti

 

Landsdystur


Hóast talan í báðum førum gjørdist um tap til føroysku kvinnurnar, so vóru nógvir positivir lutir at finna í avrikinum hjá føroyska liðnum

Niðanfyri hava vit í stuttum umrøtt avrikini hjá føroysku leikarunum, og niðurstøða okkara er, at samanumtikið eigur føroysku hondbóltur nógv gott í væntu frá liðnum. Tær allar flestu hava enn bestu hondbóltsárini til góðar, og kunnu tí enn mennast nógv.

Fortreytirnar fyri at mennast mest gjørligt áttu at verið til staðar, nú liðið er vorðin partur í altjóða luttøku. Hetta gevur leikarunum nýggjar avbjóðingar at stremba fram ímóti, og vil tí eisini í gerandisdegnum verða viðvirkandi til, at tað lítla pettið eyka verður lagt í venjingarnar.


Helena Dam

Fekk fulla spælitíð í báðum dystunum, og samnumtikið borgaði avrik hennara eisini fyri somikið stórari góðsku, at tað ikki varð neyðugt at skifta. Serliga seinna hálvleik í seinna dystinum stóð hon seg væl.


Jórun Ludvig

Hevði heiðurin av at vera føroyskur liðskipari, við tveimum solidum avrikum staðfesti hon eisini rætt sín til sessin.

Royndi alla tíðina at stuðla liðfeløgunum, og við einari rúgvu av yrvigongdum av veinginum, var hon eisini við til at gera føroyska álopsspælið meira fjølbroytt.


Katrin á Neystabø

slapp at royna seg á bæði bakkinum og veinginum, men tað tóktist sjónligt, at hon treivst betri á veinginum.

Í fyrra dystinum var tað serliga í verjupartinum, at hon kom væl frá uppgávu síni, meðan hon í nógv størri mun var við til at mynda føroyska álopsspælið í seinna dystinum.


Jacklin Durhuus

Fekk ikki afturvæl til seinna dystin, tá venjarin hevði valt heldur at hava Ann Hansen við. Var annars í byrjanini millum fáu føroysku leikararnar, sum tordu at taka initiativ, men avslutningar hennara vóru sjáldan nóg neyvir.


Simona Hansen

Uttan at teljast millum tær mest støðugu á vøllinum, so átti Simona sín lut í avrikunum teir báðar dystirnar.

Tykist at hava tikið seg fram tekniskt, síðani í fjør, men ein kundi í størri mun ynskt at sæð hana sum skothóttan. Tað hevur hon áður prógvað, at hon væl er før fyri.


Annika Thomsen

Hóast rørslur hennara við hvørt tykist heldur óstortligar, so er eingin ivi um, at hondbóltsevnini eru av teimum heilt frægu. Serliga eru tað skot hennara, sum eru ein hóttan, og hetta prógvaði hon eisini beinan vegin, tá hon kom á vøllin í fyrra dystinum. Eins og hjá Simonu hevði tó verið ynskiligt, um hóttanin við skotum úti frá var størri.


Joan M. Joensen

Royndi seg bæði sum spælskipari og vongur, og kom heilt væl frá hesum báðum uppgávum.

Kvika fótskiftið hevði við sær, at hon alla tíðina var før fyri at hótta mótstøðuverjuna, og so var hon eisini ein av fáu føroysku leikarunum, sum megnaði at skjóta úti frá.

Taldist samanlagt millum bestu føroysku leikararnar.


Gunnleyg Berg

Strikuspælarin, sum til dagliga spælir í Íslandi, var næsta val til plássið, og var tað tí avmarkað, hvussu nógv hon fekk gjørt um seg.

Tá hon var á vøllinum sýndi Gunnleyg tó stóran stríðsvilja, og ikki minst í verjupartinum kom hetta heni til góðar.


Sóleyð Mikkelsen

Var tað nakar føroysku leikari, sum av álvara skaraði framúr, so mundi tað vera Sóleyð Mikkelsen.

So stórur var leiklutur hennara, at fyrri dysturin kundi fingið eina øðrvísi gongd, um hon hevði verið við alla tíðina.

Tóktist fullkomuliga ósmæðin, tá tað ráddi um at bjóða mótstøðuni av, og í seinna dystinum var talan um einstakar deteljur, sum fingu áskoðarafjøldina at heiðra henni við lógvabrestum.

Var harumframt einasti leikarin, sum megnaði at skora upp á brotskast, og sýnir hetta eisini, hvussu væl hon megnaði at taka ímóti stóru avbjóðingini.


Christina Holm

Var fyrsta val til strikuplássið, og hon takkaði fyri álitið við at fremja eitt av betru føroysku avrikunum.

Bæði í verju- og álopsspælinum taldist hon millum týdnignarmestu føroysku leikararnar, og ikki minst var tað imponerandi, hvussu væl hon stóð seg kropsliga móti vælvaksnu svensku strikuni.


Gurið Mortensen

Spældi bæði á bakkinum og á miðplássinum, og einki er at ivast í, at føroyskur hondbóltur í framtíðini kemur at fáa stóra gleði av evnum hennara.

Toktist í byrjanini av fyrsta dystinum nógv darvað av nervum, men eins og við restini av viðleikarunum gjørdist smædni alt minni, so hvørt sum talið av minuttum hækkaði.