Síggja skriftina á vegginum

Býráðslimirnir í Klaksvíkar kommunu hava sæð skriftina á vegginum, at allar Norðoyggjar helst verða ein samlað Norðoya kommuna. Tað ásannar Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, sum er opin fyri samráðingum við Húsa kommunu

Samanlegging

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Klaksvíkar Býráð samtykti í gjár, at eftir óformellar fundir millum borgarstjórarnar í Húsa og Klaksvíkar kommunu, verður farið undir veruligar samráðingar.

- Býráðið er positivt fyri, at farið verður undir samráðingar við Húsa kommunu. Men samtykt varð, at tað skal setast ein samráðingarbólkur, sum skal taka sær av samráðingunum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Gunvá við Keldu heldur, at tað er einki minni enn natúrligt, at Húsa kommuna eisini leggur saman við Klaksvíkar kommunu, tá Trøllanes og Mikladalur longur eru komnar tann vegin.


Samráðingar heldur enn tvang

Gunvá við Keldu heldur tað verða gott, um báðar kommunurnar fáa samrátt seg upp á pláss, heldur enn at tær verða lagdar saman við lóg, sum róð hevur verið uppundir frá landsmyndugleikanum í teimum førum, har kommunur ikki finna saman sjálvar.

- Eg haldi teir flestu býráslimirnir hava sæð skriftina á vegginum, at Norðoyggjar verða ein kommuna, sigur Gunvá við Keldu.

Hon ásannar, at tað kann tykjast keðiligt fyri fólkini í Húsa kommunu, at tey nú skulu undir Klaksvíkar kommunu, tí tey kanska eru bangin fyri at detta burturmillum í stóru mongdini.

Men júst tí heldur hon, at man skal vera varin við at seta tíðarfreist á samanleggingina.

- Vit skulu vera varin við at skunda okkum ov nógv. Tað er betri at fáa samrátt seg til ein sáttmála, sum báðir partar eru væl nøgdir við, sigur Gunvá við Keldu.