Oddagrein
Fyrsta fremmanda ferðamannaskipið kom á Havnina í farnu viku. Tað plagar at vera tekin um, at summarið er komið. Tó at tað hevur verið kalligt og norðanætt, so hava hesir seinastu dagarnar kortini verið sólríkir og hava boðað frá sumrinum.
Hóast veðrið kortini kenst svikaligt og lítið summarsligt alla staðni, so verður tó riggað til enn eitt ferðafólkasummar. Bæði loftvegis og sjóvegis koma mong ferðafólk til landið. Atlantsflog og Smyril Line gera sítt ítarsta til at flyta fólk millum lond. Hotel og gistingarhús kring landið lata upp dyrnar fyri teimum fremmandu, sum so aftur eru ein partur av gerandismyndini komandi mánaðirnar. Ein hugaligur partur, tí tað er altíð gott og sunt at fáa vitjan av fremmandafølki. At kunna gleða tey men eisini at kunna fáa íblástur frá teimum.
At hesi so eisini eru við til at fylla karmarnar út í okkara búskapi, sum ein partur av ferðavinnuni, er positivt og gott. Her royna so myndugleikar og privat at gera sítt til, at fremmandu gestirnir skullu kenna seg væl og verða væl móttiknir.
Ferðaráð Føroya ger eitt stórt arbejði saman við kommunalum myndugleikum og privatu vinnuni. Ikki bert fyri útlendingar men eisini fyri føroyingar sjálvar, sum vilja ferðast í egnum landi. Hjálpa okkum at lata eyguni upp fyri, hvussu einastandandi vakurt og friðsælt okkara egna land er. So løgið tað ljóðar, so eru tað mangir føroyingar, sum als ikki hava upplivað sítt egna land. Ja, fær út og spyr, hvussu mong hava verið í Mykinesi, Fugloy ella fyri tað í Suðuroy! Og tú vil gerast sera sera bilsin av svarinum. Tað er nevniliga so, at sera mong av okkum kenna ikki okkara egna land og harvið heldur ikki týðandi partar av okkara søgu og mentan.
Og tað er so eisini hetta, sum ferðavinnan og myndugleikar vilja bøta um við eitt nú lýsingum í bløðunum og faldarum av ymsum slag. Vit síggja í hesum døgum m.a., at tað verður lýst við at ferðast í Sandoy og Skúvoy. Og har uppliva part av gomlu søgu okkara, í Sandoynni at hoyra um og síggja víkingaabústaðir og í Skúvoy um ein part av okkara elstu søgu okkara.
Tað er hugaligt at siggja fremmandu ferðafólkini í gøtunum og í náttúruni. Og tað er enn meira hugaligt at síggja føroyingar sjálvar geva sær fær um sítt egna vakra land. Og tað er greitt, at ein fortreyt fyri at hetta letur seg gera er gott samband millum oyggjar og búpláss. Vit hava so eisini upplivað eina sera hepna gongd í so máta, har vegir, berghol og nú eisini undirsjóvartunlar knýta landið saman á ein hátt, at tað er lagamanni hjá bæði fremmandum ferðafølki og okkum sjálvum at ferðast millum oyggjarnar. Nú um dagarnar kom heim ein skjóttsiglandi og vakur ferðamannabátur til Vestmanna, sum skal vera enn eitt klípi í einum betri flutningi og vera við at at byggja brýr millum ymsu oftani ótilgongiligu partarnar av landinum. Vælkomin nýggja Silja.
Lat okkum vóna, at vit fáa eitt gott summar. Og lat okkum geva øllum teimum, sum hava gjørt og gera sítt til at fáa útlendingar eins og føroyingar at vitja vøkru og stoltu oyggjar okkara eitt herðaklapp. Og kann hetta vera við til at menna ein part av búskapinum, so kann tað ikki verða betri heldur. Gott summar øll somul. Og eisini tykkum, sum leggja leiðina í Vágsbotn.
Sosialurin