So mikið dýrt, at tey, ið ráddu fyri borgum á hesum lítla stað hildu, at nú kundi vera nokk. Nú skuldi vera nokk við at játta hesum heilsuverki fleiri pengar. Tað hevði jú eisini seinastu tíðina bert verið ringt at siga um hetta heilsuverk, so pengarnar fóru sikkurt í eitt stórt svart hol. Fólkini, ið har arbeiddu, vóru bæði dovin og ódugnalig. Viðgerðin líkasæl og vánalig.
Heilsuverkið var blivin ein kærkomin svartiper, sum ein altíð kundi geva skyldina, um tað ikki gekk eftir vild aðrastaðni. Men um somu tíð var tað eisini eitt kærkomið øki at brúka og misbrúka, serliga beint upp undir val, tá tað jú fyrst og fremst hjá hesum somu fólkum galt um at sleppa inn um tingsins dyr. Tá kundu hesi somu fólk jú lova gull og grønar skógir so galið tey vildu, tí mann hevur væl eina støðu inn til mann tekur eina nýggja. Blivu fleiri pengar játtaðir, so skuldi Per og Pól standa skúlarætt og fortelja, hví nú henda játtanin heldur ikki rakk til. Tað løgna var, at hesi fólk ikki tyktust skilja, at so at siga eitthvørt heilsuverk, í hvussu so er í Vesturheiminum verður dýrari at reka í framtíðini. Gaman í rationaliseringar og effektiviseringar skuldu sjálvandi til, men hóast hetta, so var væntandi, at heilsuverk fóru at dýrka í framtíðini. Londini, ið lógu rundan um hetta lítla stað tyktust at hava skilt, at fyri at hava eitt heilsuverk, sum kundi liva upp til vesturlendskan standard og halda støðið, so var neyðugt at játta støðugt fleiri pengar til hetta verkið.
Hví so dýrt?
Heilivágurin bleiv dýrari, tøknin stóð ikki í stað, men mentist allatíðina, og tólini blivu eisini dýrari. Borgararnir í hesum lítla landi blivu eisini eldri og livdu longri, náddu tískil eisini oftari at blíva sjúk og megnaðu eisini ofta at liva leingi við teirra sjúku ma. orsakað av tí nýggja og dýrari heilivági. Ei undur í, at sjúklingarnir fegnir vildu hava tann besta heilivágin og ta bestu viðgerðina, og læknarnir vildu hjálpa sjúklingunum á besta hátt. Men men men, tað var tað eingin sum tosaði um – tað einasta sum taldi var talið á botnlinjuni.
Tað var eingin sum hugsaði, at kanska var játtanin ov lág av fyrstan tíð. Tað tyktist, sum hesi fólk hugsaðu ”nú hevur heilsuverkið fingið ein posa av pengum, so nú skulu tey værsgó bara tiga, vera nøgd og fáa sum mest burturúr”. Jú heilsuverkið var blivin ein góður ein at hava við hondina. Tað var gott at skaffa stemmir við, og tað var lætt at svína til um tørvur skuldi verið á tí. Tá var tað jú eingin sum svaraði aftur!
Bløðini fingu eisini varhugan av, at ein yvirskrift við onkrum úr heiluverkinum kundi selja bløð sum heitt breyð. Men avbjóðingarnar vóru nógvar innan hetta heilsuverk, tíbetur kann mann siga, tí tað er jú í avbjóðingunum, at broyting og menning fer fram. Tíbetur kundi mann ikki siga, at alt var so sera gott, at einki kundi gerast betur. Nógv var sett í verk, sum skuldi gera alt betur. Nøgdsemiskanningar komu og fóru, politiskir fyrispurningar vórðu settir um óskilið, leiðslur vóru skiftar út, og høvd rullaðu alt eftir um tørvur var á tí.
Arbeiðsparadísið
Eisini sjúkrarøktarfrøðingarnir gjørdu vart við seg og søgdu, at arbeiðsumstøðurnar vóru alt ov vánaligar, at tær høvdu alt ov lítla tíð til sjúklingarnar og bara skuldu renna skjótari og skjótari. So var hetta mál ovast á breddanum í fjølmiðlunum í nakrar dagar, men endin var sum so ofta fyrr, at tá avtornaði, so bleiv lítið og einki gjørt við málið. Støðan var stórt sæð tann sama aftan á sum áðrenn. Tað hevði so við sær, at sjúkrarøktarfrøðingar tímdu ikki at vera sjúkrarøktarfrøðingar og ístaðin funnu sær onnur størv. Men tað bilti jú einki, mann kundi jú altíð bara seta fólk uttan í frá, frá vikarstovum, sum so gott nokk tjentu munandi meir enn tær føroysku. Sama skil var millum skrivararnar, sum eisini vóru alt ov fáar í mun til alt tað, sum tær skuldu skriva, eitt nú journalir, útskrivingarkort, stovugongsnotatir, operatiónsnotatir, sjúkrameldingar. Umframt at tær sjálvandi eisini skuldu taka telefonina og tosa við ónøgdar sjúklingar, sum høvdu staðið alt ov leingi á bíðilista, og tað var væl skilligt, tí tað var alt ov vánaligt.
Á læknaøkinum var støðan tann sama, um ikki verri. Har var bert ein serlækni innan tey flestu øki til hetta lítla land, sum hóast ta lítlu stødd tó átti at havt meir enn bert enn serlækna gangandi innan hvørt serøki. Tað hevði so sjálvandi við sær, at tey eisini høvdu úr at gera. Ein tá her, ein hæmorrida har.
Tað var ikki heilt óvanligt, at ein serlækni hevði vakt 2-3 vikur út í eitt. Upp um næturnar og so sjálvandi eisini fullan arbeiðsdag dagin eftir. Hjá yngri læknum var tað neyvan ein, ið hevði eina arbeiðsviku upp á 40 tímar. Tímatalið lá nærri alt frá 60-80 tímar um vikuna.
Yngri kvinnuligir læknar kundu vera heima hjá sínum lítla barni, tí barnaansingarpláss var sjálvandi ikki tiltonkt teimum. Ella tær kundu ístaðin taka 24 tímar vaktir, tær fingu bara ikki valið!
Kommunulæknastørvini gjørdust meir og meir trupul at seta, deils tí at eldra ættarliðið so við og við fór frá, meðan tey yngru ikki høvdu hug at arbeiða undir tílíkum viðurskiftum. Hetta hevði við sær, at tað nógva staðni í hesum landi vóru skiftandi avloysarar sum komu og fóru, sum fólk skifta hosur. Palliba visti ongantíð hvat mál hann skuldi tosa, tá hann kom til læknan, men eitt kundi hann vera vísur í, og tað var, at hann mátti fortelja alla søguna hjá sær umaftur á tí málinum sum best bar til, og harafturat kundi hann eisini vera vísur í, at hesin persónurin var burtur næsti ferð Palliba fór til lækna. So kundi søgan endurtakast. Eitt skifti komu læknar úr fjarskotnum londum, og tey vóru øll stak fitt. Trupulleikin var bara, at tað var so trupult hjá Palliba at skilja Ahmed, og tað var ikki altíð so lætt at finna ein tulk, sum kundi umseta frá arabiskum. Til endans tímdi Palliba ikki at ganga til læknan longur, tí tað var bara meira stríð enn nakað annað.
Tíðin gekk og knappliga!
Sum árini gingu vóru færri og færri pengar játtaðir til heilsuverkið. Tað løgna var, at hesir somu politikkarar sum meintu, at nú skuldu ikki fleiri pengar inn í heilsuverkið eisini meintu, at hetta lítla stað skuldi vera heimsins besta land – ja á nærum einum og hvørjum tonkiliga øki í 2015. Trupulleikin var bara tann sami hvørja ferð, um so talan var um gransking, fólkaskúla ella heilsuverk, so tyktist tað sum um, at hesi fólk ikki dugdu at fata, at tað kostar pengar. Og tá hvarv vanliga vælvildin sum døgg fyri sól. Burtursæð frá tá talan var um játtan til tunnlar, vegir og flogvallir. Tá var tað sum um, at tann innara smádrongurin kom upp í landsins leiðandi fólk.
Fleiri áheitanir vóru til landsins politikarar um at gera upp við seg sjálvar, hvat tað var fyri eitt heilsuverk mann ynskti at hava á hesum stað í framtíðini, og so raðfesta ressursirnar eftir tí. Men líka lítið hjálpti, tí sannleikin var, at eingin tordi at taka ábyrgdina av tí. Vildi mann hava eitt heilsuverk, ið spakuliga sakk longur og longur aftur úr sammett við grannalondini, ella vildi mann hava eitt heilsuverk, ið kundi sammetast við grannalondini. Undir øllum umstøðum, so fór tað at hava avleiðingar so ella so.
Tað bleiv truplari og truplari at fáa yngru nýútbúnu læknarnar og serlæknarnar til ”paradís á jørð”, tí tá teir sóu, hvussu arbeiðsviðurskiftini vóru, so høvdu teir ongan hug at venda heimaftur. Endin var sostatt, at læknar, sum vóru í hesum landi eisini byrjaðu at finna sær størv aðrastaðni, tí tað kundu teir uttan trupulleikar fáa. Tí tað eru jú eingi starvsfólk, ið trívast á einum arbeiðsplássi, um arbeiðsviðurskiftini eru vánalig.
Og knappliga ein dag, so var einki heilsuverk, tí tað vóru eingi fólk, ið høvdu hug at arbeiða í hesum heilsuverki, har tey allatíðina skuldu renna skjótari, um somu tíð sum játtanin minkaði. Øll vóru rýmd aðrastaðni. Men tað gjørdi einki, tí um tað mundi hevði landið fingið so hollan kunnleika í at gera undirsjóvartunnlar og flogvallir, at tað var so líkatil at gera fast samband niður á meginlandið, og á tann hátt flyta allar landsins sjúklingar beinleiðis av landinum.
Og vupti, snipp, snapp, snúti, so var søgan um eitt føroyskt heilsuverk úti.