Tá svenska sjónvarpsrøðin “Scener ur ett äktenskap” upprunaliga varð víst í svenskum sjónvarpi í sjeytiárunum, fingu hjúnaráðgevar nógv meir at gera, og alsamt fleiri hjúnaskilnaðir vóru tá í Svøríki.
Nú hevur leikstjórin Eva Dahlman endurskapt søgunar hjá Ingmari Bergman á palli, og leikurin verður sýnur í Norðurlandahúsinum í gjár og í dag.
Hon greiðir frá, at hóast tað verður sagt, at leikurin er ein nýggj útgáva av Bergman, so vil hon vera við, at leikurin er Ingmari Bergman trúgvur.
– Men vit hava gjørt leikin stuttligari, skjótari og meir nýtímans, hóast eg ikki hava broytt málið ella stílin, sigur leikstjórin, sum sjálv hevur staðið í læru hjá Ingmari Bergman.
– Eg haldi, at allir áskoðararnir fara at kenna seg sjálvi ella onkra annan aftur í leikinum. Tað kann vera onkur ørur persónur, sum tey hava sæð, hoyrt ella lisið um, sigur Eva Dahlman, leikstjóri, við info.
Í uppruna sjónvarpsrøðini er eitt par – Johan og Marianne – men í leikinum eru trý pør, sum øll eru Johan og Marianne í ymiskum tíðarskeiðum í hjúnabandinum. Eitt ungt, eitt miðalaldrað og eitt eldri par. Hetta ger eisini leikin komiskan í mun til sjónvarpsrøðina, har hyrurin mestsum bara var ringur, greiðir hon frá.
Hon sigur, at hon hevur ræðulig minni um sjónvarpsrøðina, og kláraði als ikki at hyggja at, hvussu illa tey klandraðust, tá hon var barn.
– Hyrurin er enn ringur millum parið og leikurin er fullur av konfliktum, men av tí at tað eru trý pør, so verður leikurin eisini skemtiligur, sigur hon.
– Øll kenna feilirnar, ið verða gjørdir, tá pør bresta saman og royna at fáa greiðu á trupulleikunum og ótrúskapi. Har er sorg og gleði, sigur hon.
Leikurin hevur fingið ómetaliga góð ummæli, og leikstjórin heldur at leikurin vekir ans, tí fólk síggja og kenna seg sjálvi aftur, og tey síggja og kennur onnur aftur.
– Tað snýr seg um kærleika, hjúnaskilnaða og langtíðar forhold úr ymiskum sjónarhornum, so tú fært flent og soleiðis latið sorgina koma til sjóndar, sigur hon.
Seks sjónleikarar eru við í leikinum, og fleiri av teimim eru kendir úr sjónvarpsrøðum so sum Bron/Broen (Dag Malmberg), Fjällbackamorden (Eva Fritjofson) og Rederiet (Mikaela Ramel).