SÍ basti KÍF

Hóast framúr úrslit higartil í endaspælinum, so verður tað nú trupult hjá KÍF at røkka heiðursmerkjum.

Í dag vitjaðu tær í Sørvági, og har vann heimaliðið ein rættiliga tryggan 3-1 sigur. Bara í øðrum setti var KÍF veruliga við í dystinum, men hini trý settini vann SÍ greitt.

SÍ fór við sigrinum fram um ÍF, sum annars hevur hildið oddasessinum væl. Mikukvøldið taptu tær tó fyri júst KÍF.