Rýmdu undan ferðsluóhappi - skuldsettur fyri fleiri lógarbrot

Bilurin fór so illa, at hann mátti sleipast av staðnum

Leygarkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur hevði rent á á Villingadalsvegnum í Havn. Tvey fólk vóru í bilinum, ein maður og ein kvinna, men tey sluppu sær úr bilinum, og so hildu tey til rýmingar – í hvør sína ætt.

 

Løgreglan fekk bæði fólk og hund á staðið at leita, og eina lítla løtu seinni var kvinnan handtikin í grannalagnum, og nakað seinni varð maðurin eisini tikin niðri í býnum.

 

Løgreglan sigur, at maðurin er skuldsettur fyri at rúsdrekkakoyring. Men tað er verri enn so tað einasta, tí hann er eisini skuldsettur fyri at hava stolið bilin og fyri at koyra við ongum koyrikorti. Og at enda er hann skuldsettur fyri at vera rýmdur frá einum ferðsluóhappi.

 

Bilurin fór so mikið illa, at hann fekk ikki koyrt av staðnum.