Í døgunum upp til jóla kemur hópurin av føroyskum fløgum á marknaðin. Í ár komu so eitt nú Jólafløgan, Vestmenn, Útvarpsfløgan beint fyri jól, men í hesu vikuni kom so ein onnur og heldur ókendari fløga út.
Onemanshow
Fløgan, sum talan er um, er andaliga rokkfløgan hjá Internal Healing, "Darkside of Truth".
Tað er Gulli Johansen úr Klaksvík, sum hevur spælt fløguna inn. Hann spælir sjálvur øll ljóðførini, og tað er eisini hann, sum hevur programmerað.
Tónleikurin er ógvuliga tungur, har tann mesti denturin er lagdur á gittarspælið. Sjálvt um fløgan er andalig og hevur ein boðskap, so er tað mangan torført at skilja tekstin, sum verður sungin.
Tekstirnir eru bæði á føroyskum og enskum. Heitini á fleiri av løgunum bera eisini boð um, at talan er um andaligan tónleik. Til dømis kunnu nevnast løg so sum: "Follow Him", "Kall til Lív", "Crucify the Lord" og "Fallen Angel".
Tað er Gulli sjálvur, sum hevur staðið upptøkuni av fløguni, og haraftrat hevur hann eisini ljóðblandað.
Á fløguni eru 18 løg, og hon fæst í handlum kring alt landið. Kostnaðurin fyri fløguna er 139 krónur.









