Tað er sjáldan, at Russland viðgongur at hava mist landaøki í Ukraina.
– Tað er eydnast ukrainskum deildum at fáa valdið á býnum, skrivar Vladimir Rogov, um er leiðari í russisku umsitingini í økinum, á boðtænastuni Telegram.
Rogov sigur, at ukrainskar deildir hava tikið aftur býin hóast »kolossal tap« undir álopum.
Hann heldur uppá, at fleiri hundrað ukrainsk herfólk hava latið lív. Tað er ikki váttað frá ukrainskari síðu.
Økið verður nú fyri álopum frá russiskari síðu fyri at kringseta ukrainskar deildir, sigur Rogov. Hann viðmerkir, at tað eru ógvusligir samanbrestir.
/ritzau/dpa