Russland sigur seg hava skotið vesturlendskar rakettir niður

Russland lovar hevndargerð eftir at hava skotið langtrøkkandi rakettir niður. Ukraina sigur seg hava rakt verksmiðju

Ein ATACMS-rakett, sum Russland segði, at Ukraina sendi móti Russlandi 25. november. Seinasta samdøgrið eru seks ATACMS-rakettir skotnar niður afturat, sigur russiska verjumálaráðið- Mynd: Russiska verjumálaráðið/Reuters

Russiska verjumálaráðið sigur seg í dag hava skotið niður fleiri langtrøkkandi vesturlendskar rakettir, sum eru sendar úr Ukraina.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Sambært verjumálaráðnum eru tilsamans 14 vesturlendskar rakettir skotnar seinasta samdøgrið.

Ráðið sigur, at talan er um seks ATACMS-rakettir, sum eru framleiddar í Amerika, og átta bretskar Storm Shadow-rakettir.

Tær vórðu skotnir niður í Bryansk-landslutinum í vestara parti av Russlandi og yvir Svartahavinum.

Russland upplýsir, at rakettálopini verða hevnd.

Russland sá tað sum eina eskalering av ósemjuni, tá USA í november loyvdi Ukraina at brúka langtrøkkandi ATACMS-rakettirnar til at raka mál inni í Russlandi.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, lækkaði skjótt markið fyri, nær Russland skuldi brúka kjarnorkuvápn í einum skørpum stríði.

Ukrainski herurin boðaði í dag frá, at hann hevði framt eitt væleydnað rakettálop á eina kemikaliuverksmiðju í býnum Seltso í Bryansk - 100 kilometrar inni í Russlandi.

Sambært herinum í Ukraina framleiðir verksmiðjan brennievni og spreingievni til nýtslu hjá russiska herinum.

- Dronur órógvaðu russisku loftverjuna, sum gjørdi tað møguligt at raka málini, sigur ukrainski herurin.

 

Ritzau/Reuters

 

Ein ATACMS-rakett, sum Russland segði, at Ukraina sendi móti Russlandi 25. november. Seinasta samdøgrið eru seks ATACMS-rakettir skotnar niður afturat, sigur russiska verjumálaráðið- Mynd: Russiska verjumálaráðið/Reuters