07 Vestur skrivar soleiðis í kvøld:
07 Vestur hevur sett Ken Fagerberg í starv sum høvuðsungdómsvenjara á dreingjasíðuni. Sáttmálin er galdandi fyri eitt ár, og Ken byrjar í starvinum beinanvegin.
Ken er ikki ókendur í felagnum. Hann hevur verið bæði spælari og ungdómsvenjari. Vit vænta, at hann kann byggja víðari uppá góða ungdómsarbeiðið í 07 Vestur.
Vit vita, at Ken, við sínum førleikum og eldhuga fyri fótbólti, fer at vera ein týðandi partur av menningini av okkara ungu fótbóltsleikarum.
07 Vestur ynskir honum bestu eydnu í starvinum. Vit eru vís í, at hann fer at hava eitt jaligt árin á okkara ungu leikarar og á felagið sum heild.