Stórur reyðgløðandi ringur datt av himli

- Vit vistu ikki, um tað var ein bumba, ella hvat hetta var. Hevði ringurin dottið niður yvir garðin, hevði tað verið katastrofalt, sigur Joseph Mutua í Kenja

Mánadagin fyri einari viku síðan datt ein stórur reyðgløðandi ringur úr metalli niður av himli og endaði í afrikanska landinum, Kenja. Ringurin er 2,5 metrar í tvørmát og vigar umleið 1000 pund. 

 

Tað vóru fólk í lítlu kenjansku bygdini, Mukuku, sum varnaðust ringin, ið kom flúgvandi eftir himmalinum. Sambært kenjansku rúmdarskrivstovuni KSA er ringurin eyðmerktur sum rúmdarórudd.

 

Ella "romsøppel", sum norðmenn rópa tað.

 

- Lokala fólkið í Mukuku nýtist ikki at stúra. Hetta er rúmdarórudd, helst frá einari rakett, sigur Alois Were, sum starvast hjá KSA, við tíðindastovuna, Reuters, og tað er www.tv2.no sum endurgevur.

 

Sagt verður, at talan helst er um leivdir av einari rakett, sum hevði fleiri brennitangar. Tá ein tangi er tómur, skilir hann seg frá rakettini og kann enda úti í rúmdini.

 

Alois Were vísir á, at slíkir lutir ofta enda í havinum - ella teir brenna upp, tá teir koma inn í lofthavið kring jørðina.

 

- Eg vil siga, at sannlíkindini fyri, at ringurin skuldi detta niður her er eitt til eina millión, sigur maðurin, sum starvast á rúmdarskrivstovuni, KSA.

 

Í Kenja verður framvegis arbeitt við neyvt at finna út av, hvaðani ringurin stavar, og her verður eisini roynt at finna út av, hvør eigur ringin.

 

- Felagið ella landið, sum skeyt rakettina upp, eigur at veita endurgjald fyri oyðileggingar, sum kunnu standast av slíkum, leggur Alois Were aftrat.

 

##med2##

 

Løgregluleiðarin í økinum í Kenja, har ringurin datt niður, Julius Rotich, sigur við kringvarpið í Kenja, at ringurin framvegis var heitur, tá løgreglan kom á staðið.

 

- Tí noyddist løgreglan at steingja økið av fyri privatfólki, sigur hann.

 

Ein lokalur íbúgvi, Joseph Mutua, segði við kenjanskt sjónvarp, at hann var úti á markini og ansaði kríatúrunum, tá hann hoyrdi ein harðan brest.

 

- Vit vistu ikki, um tað var ein bumba, ella hvat hetta var. Hevði ringurin dottið niður yvir garðin, hevði hetta verið katastrofalt, sigur Joseph Mutua við Reuters.

 

##med3##

 

 

 

Nógv verður skotið upp í rúmdina, og tað er skjótt, at rúmdin kann gerast eitt ruskpláss