HB hevur selt Áka Samuelsen

Betri deildin menn: Alt bendir á, at HB hevur selt Áka Samuelsen og prísurin liggur uum eina hálva millión krónur

Alt bendir á, at HB hevur selt Áka Debes Samuelsen til Ranheim í næstbestu deildini í Norra. Hann var fyri kortum í Norra og hugdi eftir umstøðunum, og nú ljóðar at framrættaði miðvallarin skiftir til norðurnorska felagið.

 

Síðst í farnu viku kom íslendska Víkingur Reykjavík eisini við einum boðið, men hóast skifti hjá Gunnari Vatnhamar hevur eydnast væl og felagið spælir í Evropa, so ljóðar at áhugi hevur ikki verið fyri tí skiftinum.

 

Áki D. Samuelsen longdi í fjør sáttmálan við HB. Sum skilst stóð at átekning um, at spælarin kundi fara víðari, um eitt felag bjóðaði avtalaða prísin – ið skilst liggja um eina hálva millión krónur.

 

Hetta merkir eisini, at HB nú hevur selt tveir spælarar seinastu vikurnar. Fyrst Samuel J. Chukwudi til SJK í Finnlandi, og nú Áka Samuelsen til Ranheim í Norra. Væntanði skal HB nýggjar spælarar í teirra stað.

 

Eitt gott boð sum avloysari fyri Áka Samuelsen er Meinhard E. Olsen. Hann hevur spælt uttanlands í eina tíð, men hevur í løtuni einki felag.