HM: Stórsigrar til Frakland og Eysturríki í bólki C

Katar og Kuveit fingu av at vita í bólki C

Fyrstu dystirnir í bólki C í HM-endaspælinum í manshondbólti vóru leiktir í Kroatia í dag.

 

Frakland vann stórsigur á Katar, og Eysturríki vann eisini stórsigur á Kuveit. Kuveit beit tó væl frá sær í fyrra hálvleiki. 

 

Frakland-Katar 37-19 (18-10)

 

Toppskjúttar Frakland: Thibaud Briet 7 og Aymeric Minne 5. 

 

Toppskjútti Katar: Frankis Marzo 4.

 

Eysturríki-Kuveit 37-26 (18-16)

 

Toppskjúttar Eysturríki: Sebastian Frimmel 5, Tobias Wagner 5, Eric Damböck 5, Eric Damböck 5.

 

Toppskjúttar Kuveit: Mohammed Alhendal 4, Saif Aldawani 4, Mohammad Radhei 4. 

 

Frakland og Eysturríki hava tvey stig hvør, meðan Katar og Kuveit einki stig hava.

 

Skráin fyri innleiðandi bólk C: 

 

14. januar: Frakland – Katar, klokkan 37-19 (18-10)

 

14. januar: Eysturríki – Kuveit, klokkan 37-26 (18-16)

 

16. januar: Kuveit – Frakland, klokkan 17.

 

16. januar: Eysturríki – Katar, klokkan 19.30.

 

18. januar: Frakland – Eysturríki, klokkan 17.

 

18. januar: Katar – Kuveit, klokkan 19.30.