Russland og Hvítarussluand útihýst frá para-OL í Beijing

Eftir trýst frá hinum luttakarunum verða Russland og Hvítarussland útihýst frá paraolympisku vetrarleikunum.

Paraítróttarfólk úr Russlandi og Hvítarusslandi skulu kortini ikki stríðast um olympiskt metal í komandi viku.

 

Hósdagin, dagin fyri paraolympisku vetrarleikirnir í Beijing byrja, eru Russland og Hvítarussland útihýst frá leikunum sum úrslit av innrásini í Ukraina.

Tað skrivar altjóða paraolympiska nevndin (IPC) á heimasíðuni.

– Fleiri av hinum paraolympisku luttakarunum hava hótt við ikki at koma (um russisk og hvítarussisk ítróttarfólk kundu luttaka, red.), og tað hevði sett frælsi hjá leikunum í vanda.

– IPC er ein limagrundaður ferlagsskapur, og vit hava skyldu til at fylgja hugburðinum hjá limum okkara, skrivar IPC.

/ritzau/