Russiskir myndugleikar hava gjørt av at minka minstu støddina á toski í Barentshavinum úr 44 niður í 40 sentimetrar. Samstundis er kravið um meskastødd í troli lækkað úr 130 niður í 120 millimetrar.
Hetta veit norska heimasíðan, Fiskebåt, at siga, og lagt verður aftrat, at broytingarnar koma í gildi tíggju dagar eftir, at kunngerðin er lýst.
Russiskir myndugleikar hava eisini hótt við at banna norskum fiskiskipum atgongd til russiska partin av Barentshavinum, um tveimum russiskum reiðaríum verður noktað atgongd í norska partinum av Bartentshavinum.
Russisku reiðaríini, Murman SeaFood og Norebo JSC, sum eisini hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, eru á svartalista í ES og í Noregi. Reiðaríini eru undir illgruna fyri at fremja hybridatgerðir, sum tað verður rópt.
Kystmagasinet, sum endurgevur Fiskebåt, veit at siga, at toskurin í russiska partinum av Barentshavinum í miðal er smærri enn toskurin í norskum øki.
Tískil undrar tað ikki stjóran í Fiskebåd, Audun Maråk, at Russland minkar um meskastøddina og lækkar minstamátið á toski í sínum parti av Barentshavinum, um avtalan millum londini dettur niðurfyri.
Russland hevur eisini hótt við, at landið fer at áseta sínar egnu kvotur - ikki bara í egnum sjógvi, men eisini í altjóða sjógvi, eitt nú í Loynikrókinum.
– Fiskebåt hevur stuðlað norsku revsitiltøkunum móti Russlandi, men vónar, at Noreg og Russland fara at semjast um at halda fram við umsitingarsamstarvinum í Barentshavinum.
Audun Maråk leggur dent á, at tað verður til gagns fyri báðar partar at tryggja burðardygga umsiting av tilfeinginum í Barentshavinum.