Russiska uttanríkisráðið hevur í dag ávarað lond, sum hjálpa ukrainska herinum við vápnum og brennievni og hótt hevur verið við avleiðingum í hesum sambandi. Tað skrivar russiska tíðindastovan Interfax, og tað er Reuters, sum endurgevur.
Fleiri lond hava nevniliga sagt, at tey fara at senda vápn og ymiska útgerð til Ukraina, nú landið heilt síðan hósnáttina hevur verið undir støðugum álopum frá russiskum herdeildum, og einki bendir á, at russiski ágangurin á grannatjóðina fer at helma í.
Í dag er eisini vorðið greitt, at Ukraina hevur søkt um limaskap í ES, og tað er forseti landsins, Volodymyr Zelenskyj, sum formelt hevur skrivað undir umsóknina um limaskap. Hetta váttar forsetin eisini á Telegram í dag.
- Ein søgulig løta, sigur ES-parlamentið í einum boðum.
Í umsóknini hevur Ukraina biðið um at gerast limur í Evropasamveldinum so skjótt, tað kann lata seg gera, men sum skilst tekur tað tíð - kanska ár - at taka eitt nýtt limaland upp í ES.
Í dag hevur franski forsetin, Emmanuel Macron, snakkað í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin, í hálvan annan tíma, og her hevur russiski forsetin sagt, hvat skal til fyri, at stríðið heldur uppat.
Emmanuel Macron heitti á Vladimir Putin um at steðga álopunum á sivil mál og at tryggja, at tað er koyrandi suður eftir úr ukrainska høvuðsstaðnum Kiev, soleiðis at sivil fólk kunnu sleppa úr býnum og í tryggleika.
Sambært fronsku forsetaskrivstovuni segði Vladimir Putin seg vilja vísa vilja til at ganga fronsku ynskjunum á møti.
Sambært tíðindastovuni AFP, sum endurgevur Kreml, hevur russiski forsetin sagt franska forsetanum, at Russland ynskir, at Ukraina verður neutralt, og at landið hernaðarliga verður niðurlagað.
Vladimir Putin segði seg eisini vilja, at Krim-halvoyggin, sum Russland viðurkendi í 2014, verður russiskt øki, men her hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sagt, at Krim er ein partur av Ukraina.
Í dag skriva útlendskir miðlar, at í minsta lagi 11 fólk eru dripin og fleiri eru særd í russiskum álopum á næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv, í dag.
Landspartaguvernørurin, Oleh Sinegubov, skrivar á Telegram, at russiski herurin bumbar íbúðarøki, og at tað ikki ber til hjá sjúkrabilum at hjálpa fólki, meðan býurin verður bumbaður.
Upplýsingarnar hjá guvernørinum eru ikki váttaðar av óheftum keldum.
Fleiri tíðindafólk og fotografar eru nú farin úr ukrainska høvuðsstaðnum, tí mett verður, at tað er vorðið ov hættisligt at vera í býnum, nú eitt fleiri kilometra langt russiskt herfylgi er einar 30 kilometrar úr miðbýnum í Kiev.
Enn ein strævin og svøvnleys nátt liggur fyri framman hjá íbúgvunum í stóru býunum í Ukraina, Kharkiv og Kiev, og tað man vera fáur, sum ivast í, at russiskar deildir aftur í nátt fara at skjóta rakettir niður yvir býirnar.
##med2##