Ukrainskir myndugleikar siga, at fleiri enn 25.000 russiskir hermenn eru deyðir í krígnum, síðan Russland gjørdi innrás í landið hin 24. februar í ár.
Tað skrivar ukrainska Pravda. Tiðindini eru ikki váttað av óheftum keldum. Einki verður sagt um, hvussu nógvir ukrainskir hermenn eru falnir.
Tíðliga í apríl viðurkendi Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, at Russland hevur verið fyri munandi missi í Ukraina. Hann nevndi eingi tøl, men segði, at hetta er ein stór vanlukka.
Eitt er, hvussu nógv kríggið hevur kostað í beinleiðis mannalívum hjá stríðandi pørtunum. Annað er, hvussu nógvir hermenn eru vorðnir særdir og tiknir til fanga.
Tá russiski herurin søkti at høvuðsstaðarøkinum í Ukraina, frættist úr Hvítarusslandi, at sjúkrahúsini á marknaðarleiðini vóru yvirfylt við særdum russiskum hermonnum.