- Okkara hermenn hava bart niður mótstøðuna hjá fíggindanum og hava tikið seg nakrar kilometrar inn í verjuna hjá teimum.
Tað siga tey í russiska verjumálaráðnum sambært Interfax.
Lagt verður aftrat, at russisku herdeildirnar seinastu fýra dagarnar hava tikið seg tveir kilometrar vesturyvir.
Einki verður sagt um, hvørji landaøkini eru, har hermótini skulu hava flutt seg í stríðnum millum partarnar.
Sambært tíðindastovuni NTB eru tíðindini, sum russiska verjumálaráðið ber, ikki váttað av óheftum keldum.
Harðir bardagar hava seinastu mánaðirnar verið í Donetsk-regiónini í landsynningspartInum av Ukraina.
Stórur partur av Donetsk-regiónini hevur leingi verið undir russiskum ræði, og russar stríðast við at taka fult ræði á regiónini.
Leiðarin fyri ukrainsku verjuni, Valerij Zaluzjnyj, segði leygardagin, at ukrainsku herdeidirnar halda støðuna á hermótinum í Donetsk.
Verjuleiðarin legði aftrat, at ukrainsku herdeildirnar í nøkrum økjum hava tikið aftur øki frá russum, sum ukrainar áður høvdu mist.