Varauttanríkisráðharrin í Russlandi, Vladimir Titov, finst nú at norsku vápnaveitingunum til Ukraina.
Hann sigur, at hesar veitingar bara leingja um fíggindaskapin í Ukraina, sum hann málber seg
Vladimir Titov vil eisini vera við, at vápnaveitingarnar føra til, at fleiri mannalív fara fyri skeyti.
Sambært statsriknu russisku tíðindastovuni, RIA Novosti, bar varauttanríkisráðharrin hesi sjónarmið fram á fundi við norska sendimannin.
Norski sendimaðurin er Robert Kvile, og fundurin teirra millum varð hildin í Moskva í dag.
Í russiska uttanríkisráðnum verður sagt, at vápnaveitingarnar eisini forða fyri einari loysn av stríðnum í Ukraina.