Russland fer at svara rakettverjuni hjá NATO

Russar fara ikki at sita hendur í favn, um USA og NATO gera álvara av ætlanini at seta ein rakettverjuskjøldur upp í Evropa. Tvørturímóti eru russar sinnaðir til at brúka nógvar pengar til eitt neyðugt svar. Tað segði fráfarandi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, á einum fundi við russiskar herleiðarar fyrr í vikuni. Kortini gloppaði hann dyrnar fyri einari semju.

-Vit hava ikki latið samráðingarhurðina aftur enn. Men vit ætla at gera tær neyðugu fyrireikingarnar, segði Medvedev sambært tíðindastovuni Interfax.

USA og NATO vilja vera við, at tann ætlaði rakettverjuskjøldurin skal verja Evropa og Russland ímóti kjarnorkurakettum úr fíggindaliga sinnaðum londum so sum Iran. Men russar halda uppá, at skjøldurin verður vendur ímóti russisku kjarnorkumegini, og tí hótta teir við at gera sína egnu verjuskipan, sum verður vend ímóti NATO og USA.

Í mai skal Dmitrij Medvedev til USA at vitja Barack Obama, forseta, og eygleiðarar vænta, at rakettverjuskjøldurin er eitt evni, sum teir skulu tosa um.