Sambært óheftu ávísini, The Moscow Times, skal russiski generalurin, Sergej Surovikin, sum er næstovasti leiðari fyri russiska herin í Ukraina, vera handtikin.
Ávísin sigur seg vita hetta frá tveimum keldum í russiska verjumálaráðnum, men russisku myndugleikarnir hava fyribils ikki váttað hesi tíðindi.
The New York Times skrivaði mikudagin, at Sergej Surovikin visti um ætlaninar hjá Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin, at gera uppreistur móti russiska verjumálaráðnum.
Hetta var tað, sum hendi seinasta leygardag, tá herdeildir hjá Wagner fyrst tóku ræðið í nøkrum russiskum býum og síðan hildu fram leiðina móti Moskva.
Wagner-deildirnar steðgaðu og vendu við aftur, tá 200 kilometrar vantaðu í til russiska høvuðsstaðin. Tá segði Jevgenij Prigozjin, at hann ynskti ikki, at russiskt blóð skuldi flóta.
Generalurin, Sergej Surovikin, var ovasti leiðari fyri russisku herdeildunum í Ukraina, áðrenn hann varð avloystur av núverandi leiðaranum, Valerij Gerasimov.
Nú heldur The Moscow Times seg vita, at russisku myndugleikarnir hava handtikið næstovastan, Sergej Surovikin.











