Russiska fólkið er ikki okkara fíggindi

- Ukraina hóttir ikki Russland. Hvørki USA ella Nato hava rakettir í Ukraina, og vit hava heldur ikki ætlanir um at seta slíkar upp í landinum, segði Joe Biden í kvøld.

Í kvøld hevur amerikanski forsetin, Joe Biden, tosað um Ukraina-kreppuna, eftir at Russland í dag hevur kunngjørt, at ein partur av herfólkunum, sum seinastu tíðina hava verið við markið til Ukraina, nú fara aftur til støðir sínar. 

 

- Vit eiga at geva diplomati'num allar møguleikar at eydnast, segði Joe Biden, sum upplýsti, at bæði hann og russiski forsetin, Vladimir Putin, eru samdir um at halda fram við samskiftinum.

 

- So leingi, sum vónir eru um eina diplomatiska loysn, vilja vit halda fram, segði forsetin.

 

Joe Biden segði, at hann ynskir prógv um, at Russland fremur afturtøkur við markið til Ukraina, og hann helt tað vera neyðugt við óheftum keldum í hesum sambandi.

 

Amerikanski forsetin segði, at USA og Nato eru kki nøkur hóttan móti Russlandi. 

 

- Ukraina hóttir ikki Russland. Hvørki USA ella Nato hava rakettir í Ukraina, og vit hava heldur ikki ætlanir um at seta slíkar upp í landinum. 

 

Joe Biden vendi sær eisini til russiska fólkið og segði, at hesi eru ikki fíggindar hjá USA. 

 

- Eg trúgi ikki, at tit vilja hava eitt blóðugt og oyðileggjandi kríggj móti Ukraina - einum landi, sum tit hava so nógv og djúp bond við.

 

Amerikanski forsetin segði, at um Russland ger innrás í Ukraina - nú ella seinni - gerast menniskjansligu lagnurnar øgiligar, eins og strategiski kostnaðurin fyri Russland eisini verður øgiligur.

 

- Skuldi Russland lopið á Ukraina, hevði hetta ført til ógvusliga altjóða fordøming, segði Joe Biden.

 

USA og vesturheimurin hava ákært Russland fyri at hava ætlanir um at leypa á Ukraina, men Russland hevur alla tíðina sagt, at tað hevur landið ongar ætlanir um.