Russisk pressufólk á Summar Festivalin

Millum teir mongu gestirnar til Summar Festivalinum um vikuskiftið verða eisini tvey fjølmiðlafólk úr Russlandi, sum skulu dekka festivalin fyri russiskt tónleikarit og ferðavinnublað

Nógv pressufólk verður til staðar, tá Summar Festivalurin verður hildin um vikuskiftið. Flestu av teimum føroysku miðlunum verða til festivalin, og eisini úr útlandinum koma fjølmiðlafólk at dekka festivalinum.
Millum útlendsku gestirnar eru tveir mans úr Russlandi, sum arbeiða fyri ávíkavist tónleikablaðið Rolling Stone og fyri ferðavinnublaðið
Mir. Saman við teimum fer eisini russin Ivan Eginson, sum hevur búð í Føroyum í fleiri ár, at dekka festivalin.
Áhugin fyri føroyskum tónleiki hevur í nógv ár verið stórur uttanlands, og útlendsk fjølmiðlafólk vitja javnan í Føroyum í hesum sambandi. Tað man tó verða sjáldan, at pressufólk koma allan vegin úr Russlandi til Føroya at dekka eitt tónleikatiltak.