Tvey donsk jagaraflogfør vórðu í dag send ímóti tveimum russiskum bumbuflogførum, sum komu dekan ov nær donskum loftrúmi uppi yvir Norðsjónum. Flyvertaktisk Kommando sigur, at russisku bumbuflogførini vóru av slangum Tupolev-95, og at tey helst vóru á venjingarferð. Flogførini komu ikki inn í danskt loftrúm, men vóru í tí, sum verður kallað danskt áhugaøki úti fyri jútsku vesturstrondini.
Hetta er aðru ferð í ár, at donsk jagaraflogfør eru farin ímóti russiskum bumbuflogførum. Í fjør vóru eisini tvær tílíkar hendingar, sigur Flyvertaktisk Kommando.