Russiska farmaskipið. Sunny Lina, sum rendi á land á Kunoyarnesi mitt í gjárkvøldið, stendur enn.
Ongar royndir eru gjørdar at toga skipið av aftur, men veðrið er gott og ongin vandi eru fyri skip ella manning.
Skipið lekur heldur ikki og ongin olja lekur úr skipinum
Brimil er hjá skipinum og í morgun verður ástaðarfundur á Brimli, har støða skal takast til, hvussu farast skal fram.
Har verður lagt til rættis, hvussu skipið skal togast av aftur.
Ongin veit hann, hví Sunny Lina rendi á land.
Skipið hevði verið á Norðhavnini og lasta og var á veg avstað aftur.
Men brádliga slóð skipið bakk og fór við nógvari ferð ímóti Kunoyarlandinum, har tað rendi á land við hekkuni fremst, uttan at tað eydnaðist russisku manningini at gera nakað.
Á veg ímóti Kunoyarlandinum kom skipið í eitt alibrúk, sum hevur fingið eitt sindur av skaða, men tað týdningarmikla er, at hol er ikki komið á nakra nót so at ongin fiskur er sloppin.
Brimil og Ziska fóru beinanvegin til skipið, men tá ið tey høvdu tryggjað sær, at ongin vandi var fyri skipið ella manning, og at ongin olja lak úr skipinum, varð steðga á fyri náttina.
Myndina av Sunny Lina hevur Dávur Winther tikið.